Strævnari enn væntað

Annika Ljósstein helt, at royndirnar vórðu avgerandi í finaluni, hóast VÍF gav favorittunum ein skarpari gang, enn tær sjálvar høvdu roknað við

Hondbóltur

Annika Ljósstein hjá Stjørnuni fegnaðist sjálvandi um sigurin leygardagin, men fyrst og fremst vildi hon geva rósus til mótstøðuna, sum hevði givið Stjørnuni ein nógv harðari dyst, enn klaksvíkarkvinnurnar sjálvar høvdu roknað við.
- Hetta gjørdist nógv strævnari, enn vit høvdu væntað. VÍF stríddist veruliga væl allan dystin, og hetta var ein virkeliga stuttligur dystur at spæla. Tær vóru alvorliga underdogs undan dystinum, men tær tóku sín møguleika. Og hóast úrslitið sigur, at vit vunnu, so stýri VÍF stóran part av dystinum. Hjá okkum kendist tað í øllum førum ikki, sum vóru vit serliga vísar í sigrinum.
Finalan varð avgjørd beint undan og eftirs steðgin. Hvat var tað, sum gjørdi munin hesa løtuna?
- Eg rokni við, at tað vóru royndirnar hjá okkum, sum gjørdu tað. Vit megnaðu at vinna yvirtakið hesa løtuna, og so var kravið, at vit skuldu avgera dystin. Og tað dugdu vit so eisini, segði Annika Ljósstein.