Á donskum verður løtan tá foreldrini og børnini koma heim, eftir ein strævnan dag til arbeiðis og á stovni, kallað "ulvetimen". Tá eru bæði foreldrini og børnini troytt, og av og á skulu foreldrini brynja seg við toli hesar tímarnar áðrenn nátturða. Danski miðilin Vores Børn hevur á heimasíðuni nøkur boð uppá, hvat foreldur kunnu gera hesar tímarnar, soleiðis at alt gongur - so toliliga - væl.
Síðan skrivar millum annað, at um tú gevur tær stundir, tá barnið verður heintað, tosar við námsfrøðingin og letur barnið spæla liðugt, verður barnið minni stressað, og tú fært eisini eina løtu, har tú fært kobla úr øllum tí, sum tú hevur hugsað um gjøgnum dagin.
Eisini verður mælt til, at innkeypið bíðar til eina aðru ferð. Møguliga skal tað bíða til vikuskiftið ella til kvøldið, tá børnini sova, tí so er ikki vandi fyri at tey missa tamarhaldið í handlinum av berari møði, tí tey ikki fáa bomm ella okkurt annað, sum tey vilja hava.
Tað verður eisini skotið upp, at man sigur ordiliga "hey "við barnið, tá familjan kemur heim. Hetta kann til dømis gerast við at seta seg niður við børnunum við einum miðmála og spyrja barnið, hvussu tað hevur havt tað tann dagin, spyrja hvønn tað hevur spælt við og greiða frá um tín dag.
Eitt ráð, sum Vores Børn eisini kemur við er at sløkkja fartelefonina. Tað kennist møguliga, sum tú slappar av á sofuni við telefonini, men heilin arbeiðir, tá tú hyggur í ein skíggja, og tá tú ert á netinum, ert tú ikki til staðar saman við barninum, tí mælir miðilin til, at telefonin bíðar nakrar tímar.
Fleiri ráð kunnu lesast her