Strævin men stuttlig ferð

Hanus var sera væl nøgdur við konsertferðina við Aldubáruni, tá vit hittu hann aftan fyri pallin á Norður Bryggjuni. Hetta hevur verið ein sera strævin túrur, men samstundis eisini ein sera stuttligur túrur -Vit koyrdu sjálvi, og spældu konsertir dag um dag í ymiskum londum, tað er rættuliga strævið! greiður Hanus frá.

At spæla løgini saman við einum bólki, er sum at geva løgunum ein nýggj klæði, sumt er betur og sumt er stívari. Sigur Hanus, og greiður frá, at hóast man sjálvandi er meira bundin av forminum, tá man spælir við einum stórum klassiskum orkestri, enn tá man er einsamallur á pallinum við einum kassagittara, so eru tónleikararnir  í Aldubáruni so dugnaligir, at um tú gert onkran feil, so fanga tey tað beinanvegin.


Hanus heldur annars, hesa Aldubáruna vera sera spennandi og stuttliga at arbeiða saman við. Serliga er tað stuttligt, at so nógvir blásarar eru við á túrinum, tað gevur nakrar heilt aðrar møguleikar, sum er sera áhugaverdir.