Strævið vikuskifti

Løgreglan hevur havt úr at gera í vikuskiftinum. Sosialurin hevur tosað við vakthavandi í morgun um, hvat er hent í vikuskiftinum

- Vit hava havt ríkiligt at gera. Vit hava handtikið 10 persónar. Tað hava verið harðskapsmál, rúsdrekkakoyring, herverk og bardagar. Meginparturin hevur verið í samband við náttarlív, sigur vakthavandi.

Málini hava verið sera ymisk, og ikki øll hava verið líka álvarslig, men í onkrum føri var vandi á ferð. Í klubbagarðinum var knívur á lofti eftir eina ósemja. Tíbetur kom eingin til skaða. Í einum øðrum føri hevði ein maður sligið eina kvinnu í høvdi við einari fløsku. Ein maður misti eina tonn eftir ein bardaga í einum vertshúsi.

Vildu ikki upplýsa samleika
Løgreglan hevur havt tvey mál um rúsdrekkakoyring. Tann eini førarin var ein kvinna, og hon vildi ikki upplýsa samleikan hjá sær. Hon verður nú ákærd fyri brot á rættargangslógina. Tað var eisini okkurt annað líknandi mál í vikuskiftinum.

- Vit royna altíð at loysa trupulleikan diplomatiskt, men um løgreglan krevur, at tú upplýsir tín samleika, so hevur tú skyldu at gera tað. Tað er revsuvert at tiga í slíkum føri, sigur vakthavandi.

Eldur í bussi
Fríggjadagin var eldur í einum bussi í Sandavági. Bussurin stóð parkeraður, og tí var eingin vandi á ferð. Ábendingar eru um, at eldurin er kyndur í oljufýrinum í bussinum, sum allarhelst hevur verið í ólagi.

Ølkaggar komnir aftur
Í august vóru nakrir ølkaggar horvnir úr skeinkistaðnum Manhattan. Tá vísti tað seg, at nakrir heimsleysir høvdu stolið teir. Í morgun jagstraði løgreglan nakrar menn, sum enn einaferð hava stolið øllkaggar úr Manhattan. Løgreglan fann kaggarnar í einari síðugøtu.

Lønarútgjald gevur arbeiði til løgregluna
Ein skuldi trúð, at løgreglan ikki hevur sonógv at geram nú stevnurnar og festivalarnir eru farnir aftur um bak. Tó hevur løgreglan havt óvanliga nógv at gera hetta vikuskifti. Vakthavandi hevur eitt boð uppá, hví tað er so:

- Tað er mangan nógv at gera, tá ið fólk hava fingið lønarútgjald. Fleiri fólk eru í býnum, og mestsum øll málini eru tengd at náttarlívinum. Um eingin full fólk vóru, høvdu vit havt nógv minni at gera, sigur vakthavandi.