FÓTBÓLTUR
Hóast hinir báðir dystirnir millum 07 Vestur og NSÍ eru endaðir við greiðum sigrum til runavíkingar, nýtist tað ikki at merkja, at 07 Vestur ikki hevur góðar vónir í kvøld. Fyrr ella seinni má og skal tað venda, og tá tað skal henda, ber neyvan til at velja sær, hvørjum tað skal verða ímóti.
Givið er í øllum førum, at við styrkinum í summarsteðginum er vágaliðið væl betur ført fyri at bjóða øllum av. Men eyðsæð er, at fótbóltstilveran er strævin í Sørvági, tí enn er rákið ikki vent, so fleiri stig eru komin á kontuna.
NSÍ hevur verið svingandi, men er kortini favorittur í útidystinum í Sørvági í kvøld. Sum úrslitini lagaðu seg sunnudagin, kom NSÍ upp á triðjaplássið, og einki er at ivast í, at útiliðið í kvøld ætlar sær ikki at enda lægri, enn har liðið er nú.
07 Vestur kann senda allar teir á vøllin, ið hava verið til taks síðstu dystirnar. Jens Erik Rasmussen, sum var sjúkur sunnudagin, er klárur aftur, og framvegis er Jovan Radinovic-Panic skaddur.
Hjá NSÍ er greitt, at Károly Potemkin ikki verður við, tí hann hevur karantenu. Einasta ivamálið er Jóhan Troest Davidsen, sum fekk ein skaða sunnudagin, men støða verður undan dystinum tikin til, um hann fær spælt ella ikki.