Í stríð við føroysk áhugamál at brúka íslendsku sendistovuna í Moskva

Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum gongur beint ímóti føroyskum áhugamálum við at vilja brúka íslendsku sendistovuna í Moskva og samstundis nokta at brúka donsku sendistovuna í russiska høvuðsstaðnum

Føroyskur uttanlandspolitikkur hevur slagsíðu, og landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum undirgrevur møguleikar Føroya í Ríkisfelagsskapinum.

Hetta er greitt, nú Jørgen Niclasen, hevur hitt íslendska uttanríkisráðharran í Reykjavík.

Slagsíðan sæst í tíðindaskrivi í gjár frá Uttanríkisráðnum á Tinganesi. Í skrivinum fegnast Jørgen Niclasen um, at íslendski ráðharrin hevur boðið Jørgeni at "nýta tænasturnar á sendistovuni í Moskva". Harumframt er landsstýrismaðurin endurgivin fyri at siga, at hetta er ein "møguleiki hjá Føroyum".

Merkisvert er, at Jørgen Niclasen fyri fáum døgum síðani í føroyskum blað segði, at tað kemur ikki upp á tal at brúka tænastur frá donsku sendistovuni í Moskva.

Fleiri munnu spyrja: Hví er tað í lagi at brúka íslendskar uttanlandstænastur í Moskva, meðan donsku uttanlandstænasturnar í Moskva ikki mugu brúkast?

Við støðu síni pilkar landsstýrismaðurin við rættindi Føroya í Ríkisfelagsskapinum. Føroyar hava eitt standandi tilboð um at samstarva við væl skikkaðu donsku sendistovurnar uttanlands, og landsstýrismaðurin eigur at brúka henda góða møguleika í Ríkisfelagsskapinum heldur enn at undirgrava hann. Hetta er eisini skilagott, nú almennu inntøkurnar eru víkjandi.

Harumframt undirgrevur landsstýrismaðurin aktivt kappingarstøðuna hjá føroyskum útflutningsfyritøkum. Øll vita, at Ísland er ein av okkara størstu kappingarneytum, eisini á russiska marknaðinum. Tí er tað beinleiðis í stríð við føroysk áhugamál, at Jørgen Niclasen nú vil brúka íslendskar uttanlandstænastur í Moskva.

Hetta átti eisini landsstýrismaðurin at vitað.