FF
Tað vóru ikki mjúk orð, ið formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, legði fyri dagin, tá hann á landsfundi felagsins fríggjadagin greiddi frá, hvussu tað er at fundast við almennar nevndir, sum hann tók til.
- Tað eru sera nógvir fundir, og fyri tað mesta er tað formaðurin, sum er á fundi, men eisini fólkið á skrivstovuni og nevndarlimir felagsins. Fundirnir eru fyri tað mesta við aðalstýri og løgtingsnevndir, men eisini við bankar, pensjónsgrunnar, tryggingarfeløg og onnur.
Jan duldi ikki fyri, at tað er sera strævið at fundast við almennar nevndir.
- Tú situr har einsamallur millum eina fjøld av kraddarum, sum einans hava eitt endamál - at súgva sum mest til sín, sum okkara heiðurligu fiskimenn forvinna.
Hann legði aftrat, at hesar nevndir leggja ikki fingrarnar ímillum, men skuldseta fiskimannin fyri bæði líkt og ólíkt.
- Tað er lítið hugaligt at vita sær, at fiskimenn, sum vit vita vilja alt tað besta og lata nógv tann størsta partin av hýruni til onnur enn seg sjálvan, fáa sovorðna tøkk.
Jan segði, at felagið í nógv ár hevur roynt at hildið tørn, og hetta hevur eydnast á nøkrum økjum.
- Nú er so tíðin komin, tá vit fara at krevja okkara rætt. Vit fara ikki at helma í, fyrr enn alt er komið undir land. Føroya fólk fer at ásanna, at líður fiskimaðurin, so líður Føroya fólk við. Tað er hetta, vit skulu til at prógva, segði Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.