Norðoyingar hava kært eitt lýsingaátak hjá Vodafone til Brúkaraumboðið, sum hevur tikið málið upp. Í Norðlýsinum, sum í farnu viku varð borið í hvørt hús í Norðoyggjum og Eysturoynni, hevið Vodafone eina gávu til fólk, nú telefyritøkan skiftir í nýggj høli í Klaksvík. Í lýsingini var ein virðislepi á 200 krónur, sum fólk kundu keypa fyri í handlinum hjá Vodafone.
Norðlýsið skrivar, fleiri dømi eru um fólk, sum hava keypt blaðið innundir seg og hava klipt virðisseðlarnar út at keypa fyri. Men í handlinum hjá Vodafone siga tey, at bert ein lepi kann brúkast til hvørt viðskiftafólk.
Hetta hevur fingið fólk at venda sær til Brúkaraumboðið, sum hevur tikið málið upp.
Samanlagt eru 6000 bløð farin út við virðisseðlum á 200 krónur, og tað vil siga, at Vodafone hevur givið 1,2 milliónir krónur til fólk at brúka.