Stríð um Útnyrðingsleiðina

Kanada hevur gjørt av at senda skip at hava eftirlit við sjóøkinum við Norðpólin. Nú sigur USA, at tað fer at gera tað sama

Havøkið norður ímóti pólinum er vorðið áhugavert, nú ísurin minkar, og tað ber til at sigla ígjøgnum ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina úr Atlantshavinum í Kyrrahavið. Men økið hevur eisini annan áhuga, tí hildið verður, at ovurstórar nøgdir av olju og gassi kunnu vera undir havbotninum á hesum leiðunum.

 

Fyrradagin segði kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, frá, at stjórnin hevur gjørt av at byggja átta sjóverjuskip, sum skulu hava eftirlit við havøkinum norðan fyri kanadisku strondina. Men tey verða ikki einsamøll.

 

-Amerikanski herflotin má vísa seg meiri í tí arktiska økinum. Vit eiga at byggja fleiri skip til endamálið, nú tað gerst alt meiri týðiligt, at ísurin har bráðnar skjótari, enn vit hava hildið, segði amerikanski admiralurin Timothy McGee á einum tíðindafundi í Washington í gjár sambært Bloomberg-tíðindastovuni.

 

Ovastin fyri amerikonsku sjóverjuni, admiralurin Brian Salerno, nam á tíðindafundinum við tað stóra ríkidømið, sum kanska er undir havbotninum í tí arktiska økinum.

 

-Kanska er ein fjórðingur av allari heimsins olju undir havbotninum har, so hetta økið eigur at koma við í okkara orkuætlanir, og vit eiga at taka neyðug stig, segði admiralurin.