Stríð um son Gaddafi

Myndugleikarnir í Libya hava tikið fýra løgfrøðingar, sum Altjóða Revsirætturin í Haag hevur sent til landið at avhoyra Saif al-Islam Gaddafi, sum er næstelsti sonur fyrrverandi einaræðisharran Muammar Gaddafi. Teir fýra løgfrøðingarnir eru tilnevndir verjar í rættarmálinum, og teir vóru farnir til Libya at fyrireika verjuna.

Talsmaðurin hjá krígsbrotsmannadómstólinum, Sang-Hyun Song úr Suðurkorea, sigur við fjølmiðlarnar, at libysku myndugleikarnir hava sýtt dómstólinum at tosa við teir fýra løgfrøðingarnar. Talsmaðurin sigur, at teir fýra eru í Libya í almennum ørindum fyri dómstólin, og tí kunnu myndugleikarnir í Libya ikki taka teir.

Altjóða Revsirættardómstólurin og skiftisráðið í Libya hava leingi verið ósamd um, hvat skal gerast við Saif al-Islam Gaddafi, sum var ovasti fyri fregnastænastuni hjá pápanum. Rætturin í Haag krevur hann útflýggjaðan, so hann kann kærast fyri krígsbrotsverk, men libysku myndugleikarnir siga, at maðurin skal fyri ein dómstól har, og teir vilja tí ikki útflýggja hann.

Saif al-Islam Gaddafi varð tikin í november í fjør nærhendis markinum millum Libya og Niger. Hann hevur sitið í fongsli síðani.