Í Danmark er tað framvegis siður í nógvum skúlum at byrja dagin við morgunsangi og Faðir vár, men í seinastuni hava fleiri sagt seg vera ímóti, at skúlin brúkar átrúnað sum fastan tátt av skúladegnum. Ein nýggj kanning hjá Politiken vísir, at næstan 80 prosent av dønum halda tað vera í lagi byrja skúladagin við morgunsangi. 28 prosent taka eisini undir við morgunbønini, men 52 prosent halda ikki, at skúlin skal skipa fyri felags bøn. Danska skúlaleiðarafelagið hevur einki ímóti morgunsangi, men heldur minni um bønina, sigur DR.