Stríð um royk á Christiansborg

Formaðurin í Fólkatinginum, Mogens Lykketoft, heldur, at fólkatingslimir eiga ikki at hava loyvi at roykja á sínum skrivstovum á Christiansborg, og hann fer at leggja málið fyri formansskapin, sum hevur fund í dag.

Mogens Lykketoft sigur við fjølmiðlarnar, at starvsfólk á Christiansborg kæra seg um roykin frá politikarunum. Tí mælir hann til at broyta reglurnar, so tað bara verður loyvt at roykja uttanfyri og í teimum serligu roykiboksunum.

Eitt umboð fyri starvsfólkið á Christiansborg vísir á, at fyri nøkrum árum síðani setti Fólkatingið forboð fyri royking í tí almenna rúminum, men at tingið sjálvt livir ikki upp til sína egnu samtykt.

Sambært fjølmiðlunum er ikki semja um at banna tinglimunum at roykja inni á skrivstovunum. Eitt nú taka Vinstri og Danski Fólkaflokkurin ikki undir við hugskotinum, skrivar Berlingarin.