Hóast tað eru seks ár, síðani fyrrverandi amerikanski forsetin Ronald Reagan doyði, er hann eitt av teimum heitu umrøðuevnunum í týska høvuðsstaðnum Berlin í hesum døgum. Umrøðan ella kanska rættari satt kjakið hevur sín uppruna í teirri kendu røðuni, sum Reagan helt framman fyri Brandenburger Tor og Berlinmúrinum í 1987, tá hann bað sovjetska leiðaran, Mikhail Gorbatjov, bróta múrin niður.
Tvey ár seinni fall múrurin, og nú kjakast Berlin-búgvar um eitt uppskot um at heiðra Reagan við at geva einari gøtu í býnum hansara navn í sambandi við, at hann hevði fylt 100 í februar næsta ár. Tað eru flokkar á vinstravonginum, sum stýra sjálvum høvuðsstaðnum, og teir eru ímóti at heiðra Reagan. Teir borgarligu eru harafturímóti fegnir um uppskotið.
Ronald Reagan er ein umstríddur maður í Berlin, og har er eingin minnisvarði við hansara navni. Til samanberingar kann nevnast, at fyrrverandi forsetin John F. Kennedy, sum eisini helt eina søguliga røðu í Berlin, hevur eitt torg, ein skúla og eitt savn, ið bera hansara navn.