Grikkaland vil ikki góðtaka, at Makedonia kemur upp í NATO undir sínum núverandi navni, tí ein landspartur í Grikkalandi eitur eisini Madedonia. Tað hevur fingið ST-semingsmannin Matthew Nimitz at skjóta upp, at londini semjast um eina neyðloysn, sum sigur, at landið Makedonia skal eita Lýðveldið Makedonia (Skopje), meðan grikski landsparturin varðveitir sítt navn. Spurningurin um makedonskan limaskap kemur fyri á NATO-fundi í næstu viku, og Grikkaland hevur gjørt greitt, at tað fer at nýta sýtingarrættin ímóti makedonskum limaskapi, fær landið ikki annað navn.