Stríð um næsta pávan

Pávavalið byrjar ikki fyrr enn tann 18. apríl, men stríðið um, hvør skal taka við eftir Jóhannes Páll, er langt síðani byrjað

Meiri enn 200 ríkis- og stjórnarleiðarar og umboð fyri aðrar trúarbólkar vóru í gjár í Rom og fylgdu Jóhannesi Páll páva Øðrum til gravar.
Men longu áðrenn jarðarferðina vóru teir 116 kardinalarnir farnir um umrøða, hvør skal taka við eftir tann væl umtókta páv-an. Reglurnar fyri pávavali áseta, at tað er bannað kardinalunum at reka valstríð ella at gera samgongur til frama fyri eit ávíst valevni. Men júst valið hesa-ferð verður hildið at hava sera stóran týdning fyri, hvørja kós tann katólska kirkjan skal halda í kom-andi árum, og stríðið um kósina er langt síðani byrjað, søgdu vælvitandi keldur í Rom í gjár sambært Reuters.
Týska tíðarritið Der Spiegel skrivaði í gjár, at ein meiriluti av kardinalunum vilja ikki hava ein páva, sum dámar at vísa seg í fjølmiðlunum, og sum ferðast kring heimin og umboðar kirkjuna úteftir. Teir vilja heldur hava ein, sum skal virka sum hirðanna hirði, og sum er til reiðar at lurta eftir trupulleikunum hjá prestunum og at hjálpa teimum í arbeiðinum. Hinvegin er ógreitt, um teir vilja hava ein páva, sum skal halda ta somu afturhaldssinnaðu kósina sum Jóhannes Páll, ella um teir heldur vilja hava ein, ið kann góðtaka ávísar nýskpanir.
Sambært Der Spiegel eru tað serliga tveir kardinalar, sum hava bestu møguleikarnar, og sum umboða hvør sína kós. Annar er týskarin Joseph Ratzinger, sum hoyrir til tann afturhalds-sinnaða bólkin, og hin er italiumaðurin Carlo Maria Martini, ið er ein av teimum nýskipanarhugaðu kardinalunum. Báðir eru 78 ára gamlir.
Tann 18. apríl skulu kardinalarnir til messu, og síðani fara teir í Sixtinska kapellið at velja næsta pávan. Upprunaliga skuldu teir vera 117 í tali, men teir vera bara 116, tí Jaima Sin, kardinalur í Manila, er ov sjúkur til at fara til Rom.