Stríð um Kampingpláss í Havn

Fyrst í februar í 1978 fór Jústinus Háskor í Havn undir at gera eitt kampingpláss við Víkavegin sunnan fyri nýggja kirkjugarð í Havn.

Sosialurin skrivar 22. februar í 1978, at Jústinus Háskor tó ikki hevur fingið byggiloyvi, og at hann 9. februar fekk bræv frá Petur Christiansen, borgarstjóra, har hann verður gjørdur varugur við, at hann grevur í jørð kommununnar.
Petur C gevur honum boð um at gevast og at seta alt í sama stand aftur, sum tað var, áðrenn hann fór undir arbeiðið.
Men Jústinus Háskor sigur við Sosialin, at hann metur seg at hva loyvi til at gera kampingplassi, og at hann ætlar sær ikki at gevast.
? Um tríggjar mánaðir byrjar millumlandasiglingin hjá Smyrli og Englandi, og talið av ferðafólki, sum kemur hendanvegin, verður neyvan minni í ár, enn árini frammanundan, sigur hann.
Tað er øllum kunnugt, at eingin hóskandi tjaldingarstaður finst í Havn, so spurningurin um eitt kampingpláss krevur eina skjóta loysn.
Áhugin hjá Jústinusi er kveiktur, tá hann hevur verið uttanlands og ferðast árini frammanundan. Hann søkti tí kommunua um loyvi at gera eitt kampingpláss, og 9. september í 1976 varð umsóknin viðgjørd á býráðsfundi og samtykt eftir tilmæli frá byggi- og býarskipanardeildini og teknisku deilt at gera fyrireikingar til eitt kampingpláss í samrá við Jústinus Háskor. Til endamálið varð víst á trøðna í Vika.
Men býráðið hevur um sama mundið søkt landsstýrið um eina trøð íti við Boðanes til sama endamál. Hesum noktaði landsstýrið fyri og friðingarnevndin mælti eisini frá at leggja kampingplássi á hesa trøð.
Jústinus Háskor fær eingi greið boð frá býráðnum, hóast hann fleiri ferðir rykkir eftir svari, og tí fer hann bara undir arbeiðið.
Jústinus hevur ætlanir um at nýta eitt øki, ið er um 14.000 fermetrar til víddar til kampingplássið. Hann ætlar í fyrstu atløgu at gera ein skúr við tveimum brúsum og køki og wc. Hann væntar, at pláss verður fyri 200 tjøldum á plássinum. Seinni ætlar hann at byggja einar 20 smáar smáttur á økið.
Petur C heldur, at Jústinus er lopin framav. Hann viðgongur, at málið hevur tikið drúgva tíð í býráðnum, men at tað nú liggur til góðkenningar í landsstýrinum, og hann væntar, at Jústinus fær svar innan tveir mánaðir.