Valstríð
»Tað er vælkent, at politikarar senda rokningina fyri valstríðið til fyritøku sína, og tað er vælkent, at politikarar fáa fíggjarligan stuðul frá fyritøkum«. Hesi orðini átti Heðin D. Poulsen í eini tíðindasending 21. desember, har Annita á Fríðriksmørk eisini luttók og kom við líknandi útsøgn. Tey bæði eru uppstillaði fyri ávikavist Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldi.
Hetta hevur fingið ilt í Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, sum í politiskari viðmerking í blaðnum í dag skrivar, at hann heldur hetta vera álvarsligar ákærur.
»Heðin D. Poulsen sigur, at hann umvegis sítt politiska arbeiði veit, at fyritøkur stuðla politikarum, men at tað av góðum grundum ikki kann dokumenterast. Annita er heldur varðin og sigur, at hon hevur varhugan av, at politikarar, sum hava egið virki, ikki gjalda valstríðið sjálvir, men lata fyritøkuna gjalda«, skrivar Poul Michelsen.
Víðari stendur í viðmerkingini hjá løgtingsmanninum hjá Fólkaflokkinum:
»Av tí at eg eigi egið virki og tí má vera millum teir politikarar, sum eru undir illgruna um svik, vil eg krevja av Dánjali Højgaard (sum gjørdi samrøðuna við tey bæði, blm.), Annitu á Fríðriksmørk og Heðini D. Poulsen, at tey gera henda pástandin haldfastan. Tað kann ikki vera rætt, at hesar skuldsetingar móti virkiseigarum, sum eru politikarar, skulu sleppa at hanga í leysari luft. Tað kann heldur ikki vera rætt, at eg sum virkiseigari skal út at reinsa meg mótivegis skuldsetingum, sum nakrir politikarar seta fram bert fyri at skaða aðrar og fyri at vinna sær sjálvum fyrimunir í valstríðnum, og hetta ókeypis hjálpt av almenna útvarpinum.«
Sosialurin hevur vent sær til Heðin D. Poulsen, sum er løgfrøðingur, og spurt hann, hvat hann leggur í sínar útsagnir í útvarpinum:
- Hetta er ikki nakað álop á nakran einstakan politikara. Eg vísi bert á, at vit í Føroyum mangla reglur á hesum øki. Tað er absolutt eingin trupulleiki, at fyritøkur stuðla valevnum, men trupulleikin er, at ongin upplýsingarskylda er fyri slíkum, sigur Heðin D. Poulsen.
Hann heldur tað vera gott at fáa varpað ljós á hendan spurningin um at fáa gjøgnumskygni í fíggingina av valstríðnum.
Heðin D. Poulsen sigur seg vita fyri vist, at í sambandi við lýsingaherferðir hjá onkrum fyritøkum verður oftani ein minni upphædd brúkt til at hjálpa einum flokki ella avísum valevni.
- Eg haldi ikki, at tað er nakað skeivt í hesum, men trupulleikin er, at hetta ikki er alment kent. Eg ákæri heldur ikki Poul Michelsen fyri at gera sær dælt av hesum, men sum løgtingsmaður við nógvum árum á baki kundi hann havt gjørt sítt til at mana hendan trupulleikan í jørðina við at lagt lógaruppskot fram, sum álegði flokkum og valevnum at uppgeva, um teir stuðla valevnum. Til dømis ígjøgnum Toll- og Skatt, sigur Heðin D. Poulsen.