Stríð um demokrati

Andstøðan fanst í dag hvassliga at samgonguni, tí hon sleppur ikki at leggja eitt uppskot fram eftir at tíðarfreistin er farin

Hvast orðaskiftið tók seg upp í dag um demokrati.

 

Andstøðan vildi leggja eitt uppskot fram í sambandi við viðgerðuina av hjúnabandslógini, men hesum forðaði samgongan fyri.

 

Bill Justinussen  var rættuliga hvassorðaur í málinum og tað sama vóru fleiri onnur tingfólk.

 

16 tingfólk skrivaðu undir, so uppskotið kundi leggjast fram, men tað skulu 17 til. Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, segði, at uppskotið hevði til endamáls at seinka viðgerðini av broytingunum í hjúnabandslógini.

 

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, helt eisini, at hetta ikki er rætt, at uppskot ikki sleppur fram.

 

Tað var ein spurningur frá Bárði Kass Nielsen, sum festi í orðaskifti. Hann spurdi um tað bar til at geva samkyndum øll rættindi uttan at fara inn í hjúnabandslógina.

 

Løgmaður undirstrikaði, at talan er ikki  um eitt samgongumál, men at tingfólk sjálvi avgera, hvussu tey atkvøða.