Stríðsvalið verður í annaðkvøld

Á annaðkvøld byrjar landsfundurin hjá Sambandsflokkinum í Bygdarhúsinum í Hósvík. Fundurin heldur síðani fram leygardagin kl. 9:30. Eitt tað mest spennandi málið á fundinum, man vera valið av næstformanni í flokkinum. Hetta fer fram fríggjakvøldið, tá tann formligi parturin av fundinum er á skránni. Tað er í hesum sambandi at stríðsvalið verður millum tingmenninar Alfred Olsen og Johan Dahl um sessin sum næstformaður í flokkinum.

Leygarmorgunin fer annars formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen at leggja upp til politiskt orðaskifti, og eisini fara landsstýrismenn floksins at hava framløgur.