Tað er VB/Sumba, sum hevur skotið Pól Thorsteinsso upp til varaforsetasessin í FSF.
Har hevur Niklas á Líðarenda sitið seinastu fýra árini, og hann tekur eisini við afturvali, og tí verður talan um stríðsval.
Fyri vali standa eisini Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen, nevndarlimir, men teir báðir hava einki mótvalevni, nú freistin at stilla upp er lokin, og tí verða teir á aðalfundinum annan leygardag valdir uttan atkvøðugreiðslu.