Stríðsval um formanssessin í Fólkaflokkinum

Annika Olsen umhugsar at bjóða Jørgeni Niclasen av, tá formanssessurin í Fólkaflokkinum skal mannast aftur í næstum. Hetta váttar Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sambært Vágaportalinum.

- Eg havi ikki tikið endaliga støðu til, um eg bjóði meg fram, men eg hugsi um tað, sigur hon við Vágaportalin.

Áður var tað soleiðis, at tað var tingmanningin sum innanhýsis avgjørdi formanssessin. Tað plagdi ofta at verða gjørt um ólavsøku. Hetta er nú broytt, soleiðis at tingmanningin nú innstillar til floksleiðsluna, sum so avgerð, hvør skal verða formaður.

Fólkaflokkurin hevur landsfund í heyst.