Stríðsval í lærarafelagnum

Tveir mans stilla upp til formansvalið í Føroya Lærarafelag, sum verður leygardagin 1. september. Páll Poulsen, virkandi formaður og Herálvur Jacobsen, nevndarlimur, stilla upp. Talan er um ein eykaaðalfund í Føroya Lærarafelag, tí Magnus Tausen fyrr í ár legði frá sær sum formaður, eftir at hann varð settur í starv sum stjóri í Vitanarstovninum.

Á eykaaðalfundinum 11. september verða bara tvey mál á srkránni, formansval og val av tveimum tiltakslimum.

Tá ið nevndin varð umskipað fyrr í summar, kom annar tiltakslimurin í nevndina. Tað er Torfinn Højgaard. Andrea á Rýpuni var seg undan. Tí skulu tveir tiltakslimir eisini veljast.

Regluligi aðalfundurin hjá Føroya Lærarafelag verður í apríl næsta ár, og tá verður vanligt nevndarval á skránni - og formansval. Formaðurin, sum verður valdur 11. september verður soleiðis sitandi til regluliga aðafundin í apríl.