Stríðsval á Húsum

Meira enn ein listi er komin inn til at velja írestandi kommunustýrislim á Húsum, og tí má val til

Stýrið í Húsa kommunu hevur ikki kunna virkað seinastu tíðina, tí tað er ikki fullmannað vegna fráflyting. Tí tók Annika Olsen, landsstýriskvinna avgerð um, at nýggjur kommunustýrislimur skal veljast.
Freistin at stilla upp til valið á Húsum var úti týsdagin, og inn komu tveir listar. Sostatt verður veruligt val, sum er ásett at verða 20. apríl.
Forkvinnan í valstýrinum í Húsa kommunu, Dora Joensen vil ikki upplýsa, hvussu nógv fólk samanlagt eru á teimum báðum listunum. Grundgeving hennara er, at hetta ikki viðkemur øðrum enn borgarunum í Húsa kommunu.