Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen og Kristmund Johannessen eru allir valdir aftur í starvsnevndina hjá Fótbóltssambandinum. Sostatt komu avbjóðarnir, Steinfinn Mittelstein, Jákup A. Olsen og Sonni L. Petersen, ikki í starvsnevndina á hesum seinni.
Tað eru 18 feløg, sum fáa tvær atkvøður í part. Hetta er galdandi fyri øll uttan MB, sum ikki hevur ungdómsfótbólt. Tí eru 35 atkvøður tilsamans. Tað var ein atkvøðugreiðsla, har hvørt felagið kundi seta upp til tríggjar krossar fyri hvørja atkvøðu. Regulgerðin sigur eisini, at hvør starvenevndarlimur skal hava 18 atkvøður ella fleiri, fyri at blíva góðkendur.
Atkvøðugreiðslan er loynilig og tí er ikki greitt hvør hevur atkvøtt fyri hvørjum. Aftaná var val av varalimi til starvsnevndina. Her vóru fýra í uppskoti. Eyðun Dalsgarð, Jákup A. Olsen, Steinfinnur Mittelstein og Odmar Selfoss. Odmar Selfoss bleiv valdur við 21 atkvøðum í fyrstu atkvøðugreiðsluni, meðan Jákup A. Olsen bleiv valdur eftir umval móti Steinfinni Mittelstein, tí teir ikki fingu helmingin av atkvøðunum.
Her er atkvøðugreiðslan:
Kristmund Johannessen 29
Jógvan Páll Joensen 27
Fróði Danielsen 21
Steinfinn Mittelstein 12
Sonni L. Petersen 10
Jákup A. Olsen 6








