Stríðsval í FSF: Høgni í Stórustovu uppstillaður

Tað verður stríðsval um forsetasessin í FSF

Fótbóltssambandið boðar í kvøld frá, at MB hevur stillað Høgna í Stórustovu upp sum valevnið til forsetasessin í fótbóltssambandinum. Sostatt verður talan um stríðsval, tá aðalfundurin verður 18. feburar. Frammanundan er sitandi forsetin, Christian F. Andreasen uppstillaður.

 

Tað er forkvinnan í MB, Elisabeth Haraldsen, sum tríggjar minuttir fyri deadline boðaði FSF frá, at felagið stillar Høgna í Stróustovu upp. Tað váttar Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF fyri in.fo.

 

- Tað er rætt, at MB hevur uppstillað Høgna í Stórustovu til forsetasessin, sigur Virgar Hvidbro.

 

Freistin at blíva uppstillaður var á midnátt, men klokkan 23.57 kom ein teldupostur, har MB hevur stillað Høgna í Stórustovu upp.

 

Aðalskrivarin í fótbóltssambandinum sigur eisini, at einki mótvalevni er komið til teir tríggjar starvsnevndarlimirnar, sum standa fyri afturvali. Teir eru Róin Schrøter, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason.