Stríðsval dregur fólk til fundar

Landsfundur Sambandsfloksins savnaði ikki so nógv fólk hesaferð, sum onkuntíð áður. Tá formansval hevur verið, hava onkuntíð tvífalt so nógv fólk verið á fundi sum á landsfundinum í vikuskiftinum, tá fundurin ikki var so væl møttur

Landsfundur

 

Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins, hevði einki mótvalevni til formanssessin í flokkinum á landsfundi floksins, sum varð hildin um vikuskiftið.

Landsfundurin, sum varð hildin í Róðrarneystinum á Argjum, byrjaði klokkan 19 fríggjakvøldið.

Tað var formaður í landsfelagnum og soleiðis eisini formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, sum setti fundin, og síðan greiddi floksskrivarin Helgi Abrahamsen frá virkseminum í farna ári.

Á skránni var eisini fíggjarliga støðan hjá flokkinum, og her var tað kassameistarin, sum legði fram grannskoðaðan roknskap, sum landsfundurin samtykti.

 

Einki mótvalevni

Á skránni fríggjakvøldið var eisini val av formanni og næstformanni til landsfelagið.

Formaðurin í landsfelagnum, sum er Kaj Leo Johannesen, er samstundis formaður í Sambandsflokkinum.

Sitandi formaður og næstformaður, Kaj Leo Johannesen og Jóhan Dahl, halda báðir fram, tí einki mótvalevni var til hesar postar í flokkinum hesaferð.

Fríggjakvøldið var eisini val av grannskoðara og varagrannskoðara.

Eini 60-70 fólk vóru á landsfundi Sambandsfloksins, og tað er út við helmingurin minni, enn tá val hevur verið um formanssessin í flokkinum.

Onkur helt skemtiliga fyri í práti, at kanska skuldi stríðsval verið í flokkinum annaðhvørt ár, tí so hevði fundurin verið betur møttur.

 

Politiskt kjak

Leygarmorgunin vóru framløgur, har lagt varð upp til politiskt kjak, og fyrstur at leggja fyri var formaður floksins, Kaj Leo Johannesen.

Danski fólkatingslimurin, fyrrverandi ráðharrin og formaður í fólkatingsbólkinum hjá Venstre, Hans Christian Schmidt, var gestarøðari.

Tá landsfundurin uppundir endan av leygardegnum var vorðin samdur um eina yvirlýsing í fleiri punktum, fóru fólk til hús at gera seg klár til veitslu, sum varð hildin í Róðrarneystinum á Argjum um kvøldið.