Steypavinnararnir úr Víkingi hava longt sáttmálarnar við tveir av stríðsmonnunum á liðnum. Talan er um Hans Jørgen Djurhuus og Niclas Niclassen.
Hans Jørgen Djurhuus skifti í 2005 til táverandi GÍ og hevur spælt har síðani. Vongurin hevur spælt 163 dystir í bestu føroysku deildini. At spældihátturin til tíðir eru harður sæst aftur á gulu og reyðu kortinum, sum eru ávíkavist 57 og 8 í tali.
Eisini Niclas Niclassen hevur longt sáttmálan við Víking og heldur fram komandi ár. Niclas Niclassen hevur fyri tað mesta spælt á verjukenda miðvøllinum í ár. Hann hevur við 59 gulum kortum megnað at fingið fleiri gul kort enn Hans Jørgin í best deildini, men hevur spælt næstan hundrað dystir fleiri.
Mynd: Frá dystinum móti Besiktas. Niclas Niclassen(liðskipari) og Hans Jørgen Djurhuus eru uttast til høgru.
(Tøl: faroesoccer.com)