Stríðsmaður heldur fram í B36

Magnus Holm Jacobsen hevur gjørt nýggjan sáttmála vð B36

Magnus Holm Jacobsen og B36 hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála. Sostatt hevur 19 ára gamli miðvallarin bundið seg til B36 komandi tvey árini.

Hann hevur spælt nógv á miðvøllinum hjá B36, men valdi undan hesum kappingarárinum at royna seg í Portugal. Í summar kom hann aftur til B36, har hann at byrja við spældi fast á miðvøllinum. Hóast hann bara er 19 ára gamal, so hevur hann longu verið partur av U21-landsliðnum.

B36 verður uttan Jónas Tór Næs komandi ár. 32 ára gamli bakkurin hevur valt at gevast við fótbóltinum.