Nógv tær flestu yrkingarnar eru um sosialismu, meðan nakrar fáar eru náttúrulýsingar og yrkingar við religiøsum innihaldi.?Tær sosialistisku eru ikki bert nógvar í tali, men flestu fylla eisini nógv. Ongin ivi er um, at Sólmundur er og følir seg í sosialismunar tænastu, men hann tøvir ov nógv á staðnum: endurtøkurnar gerast alt ov nógvar, bæði hvat viðvíkur innihaldi og orðum, og hetta sjálvt um hann eisini nýtir góðar myndir og fjølbroytt mál.?Nógvar yrkingar virka – í føroyskum høpi - sum anakronismur. Innihaldsliga líkjast tær teimum arbeiðarayrkingunum, ið yrktar vóru fyri hundrað árum síðani og følast ofta sum ein rødd, ið einsamøll rópar í oyðimørkini. Vónin um sosialismunar sigur verður givin lesarunum at enda í hvørjari yrking. Men vónin er ongastaðni sum fylgi av, men altíð upp á tross av. Í støðum er tað, sum hann sjálvur ikki trýr upp á tað, men ikki kann lata vera at halda fast um mantraðið: Kammeratar! Verkamannafjøld! Haldið á! Vær viljum sigra (Kvøða til stríðsfelagarnar) – og í Privatkapitalistiska høgraráki: ??fjøldin svevur?og letur seg tøla?av høgrarákinum?kapitalistisku snillingunum??Og meira aktuelt og nærverandi yrkir hann m.a. í Stríðshugaða fjøldin:??stættarstríðið er av?greiður?tað borgarliga harkaliðið frá?nei sanniliga er stættarstríðið ikki av ?nústani byrjað av álvara??Religiøsir undirtónar eru í fleiri yrkingum:
T.d. í Ríkmennini við fylgi: og vekja okkum til tann nýggja blóðreyða morgunin ið brátt kemur, verið árvaknir stríðsfelagar brøður og systrar!! Fylkist í hóp og blási í sigurslúðurin stinna! tann fullkomni solidaritetsandin vil sigra! Børnini leika á bønum og binda sóljukransar. Framtíðin er okkara tilfeingi alt bæði á sjógvi og landi vinnutólini verksmiðjurnar alt vit hava bygt upp við okkara stríðsmerktu hondum er fólksins ogn – kraddarapakki verður rikið á dyr! Fær durafjórðingin med alla! Sigurin verður okkara! Fagurt tá verður at liva á foldum!
Og úr: Socialistiska fólkaheimið: Líka til tann rættvísa revolutiónin hevur sigrað - verður fullkomin – roðandi sól í eystri ber boð um tann veruligi solidariski uppreisturin er í nánd (fyrijáttan?).
Og í somu yrking: Revolutiónin er í nánd!! Roðandi dagur í eygsjón táið tann framskygna uppreistrarhugaða arbeiðarafjøldin hesar sonnu solidarisku bløðandi hendurnar vilja sigra! Ríkmannaharkaliðið luksusdýrini og tær kápusveiptu fínu frúurnar og teirra børn biðja: Fjøllini fjali okkum (á evsta degi?)
Og at enda í somu yrking: Gævi tann dagur er í nánd táið tann reindyrkaði vinstrahalli socialistiski staturin gerst veruleiki!! Og at ríkmanna- og pamparahvinini hoyrast har tey hoyra heima, men vit hoyra tey ikki!!!
Soleiðis.
Annars kundu tær mongu og longu yrkingarnar um sosialismu havt fyrimun av at verið færri og styttri, og tað kundi óivað hækkað støðið/góðskuna og sloppið lesarunum undan teim mongu innihaldsligu endurtøkunum.
Flestu yrkingarnar eru í knekkprosastíli, men nakrar eru skrivaðar við enda- og bókstavsrímum og vakrar myndir og persónifiseringar prýða og styrkja um innihaldsligu framførsluna.
Millum hesar er Vivaldi – Árstíðirnar:??Vár ?sólin fyllur steyp?gyltan løg úr vaði?vármoy ung úr hami leyp?morgundøgg á enni?vaknar bøur, hagi?vármoy kvøður ljómfult lag?brúsandi vársins kelduvað?vaknar alt ið svevur?
Síðani verður yrkt um: Summar – Heyst og Vetur. Sera góð yrking??Yrkingin Ótti – Ivi byrjar soleiðis:??Kemur og fer?Ágangandi, kúgandi, bindandi?Sníkjandi?Sigur ikki frá?Kemur óboðin?Uttan ífrá?Innan í frá??Mær dámar eisini væl yrkingina: Stríðsreyði, tí hon dregur náttúrina, bringureyða og stríðið fyri sosialismu inn í eina heild. ??Av øðrum yrkingum , ið mær dámar væl, eru t.d.: Horvna og afturfunna orðið, Gentan situr á garði og Ein øðrvísi heimur, ið eins væl kundi verið ein góð hjartanemandi søgu, meðan eg undrist yvir: Ljósbogin, sum minnir meg um: Gentuna við svávilspinnunum. Hon vísir tó yrkjarans kærleika til og solidaritet við teimum veiku og marginaliseraðu, ein solidaritetur sum eisini er reyði tráðurin gjøgnum alt savnið. Men hann fer víðari í Stríðseinglum, sum stríða hitt góða sosialistiska frælsisstríðið via Friðarhøvdingin til Kvøldarstund við trúarjáttan yvir 7 ørindi har síðsta ljóðar:??Leggi meg í Harrans hendur
Harrans lyftir svíkja ei ?Leiðir meg til ljósins strendur?Ljósins Faðir vísur leið.?Og hvør kann tá vera ímóti?