Tað hevur verið ófriðarligt í Kongo síðani fyrra umfar av forsetavalinum í síðstu viku, og sambært myndugleikunum hava minst 14 fólk latið lív í bardøgum millum viðhaldsfólk hjá teimum báðum valevnunum.
Fyri nøkrum døgum síðani kringsettu viðhaldsgólk hjá Kabila húsini hjá Bemba, og tað fekk avbjóðaran at senda boð eftir fleiri hundrað vápnaðum viðhaldsmonnum at verja seg. ST-hermenn vórðu samstundis boðsendir, og ES hevur gjørt av at senda svenskar, portugisiskar, týskar og franskar hermenn til Kongo at tryggja lóg og landaskil.
Forsetavalið í Kongo er tað fyrsta fría valið har í 45 ár. Á fyrra valumfarinum fekk verandi forsetin, Joseph Kabila, 44 prosent av atkvøðunum, og avbjóðarin, Jean-Pierre Bemba, fekk umleið 20 prosent. Seinna valumfar verður tann 29. oktober, og tann, sum tá fær 50 prosent ella meiri, vinnur valið.