Strámenn hótta fólkaræðið

- Tað er av fleiri orsøkum ilt at meta um framtíðina. Eitt er, at tað er fíggjarkreppa um so at siga allan heim í dag. Eitt annað er, at tað er onkur reiðari, sum vil sleppa at brúka bíliga arbeiðsmegi til at fiska landsins ogn.

Tað segði Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag á landsfundi hjá fiskimonnum á Hotel Føroyum fríggjadagin.

- Vit, sum hava verið við til at lagt lunnar undir hetta land, skulu nú verða koyrdir í land - uttan so mikið sum takk - til frama fyri altjóða fyritøkur, sum brúka føroyskar strámenn.

Jan Højgaard helt, at hesir strámenn uttan iva eisini eru ein hóttan móti okkara fólkaræði.

- Vit mugu verja okkara rættindi, sum borgarar í einum landi, har myndugleikarnir alt ov tíðum sleppa sær undan ábyrgd við at siga, at her fáa vit einki gjørt. Hetta gongur ikki, tí sjálvandi skulu myndugleikarnir taka ábyrgd.

Hann legði aftrat, at Føroya Fiskimannafelag nú í nógv ár hevur ávarað ímóti, at ávísir reiðarar ætla at sleppa uttan um føroyskar fiskimenn.

- Men hesum mugu vit forða fyri. Teir reiðarar, sum ikki virða mannagongdir, eiga beinanvegin at missa fiskiloyvi, so aðrir við betri kunnleika og áræði kunnu sleppa at royna seg, segði felagsformaðurin á landsfundi fríggjadagin.