Strámannafall

Við brestin og sum døgg fyri sól hvurvu 200 væla arbeiðspláss. Hetta kunnu vit takka yvasomu fiskivinnuumsitingini og føroysku strámannavirkseminum fyri. Lat ongan iva vera um tað. Og so er tað sagt.
Ryggurin aftan fyri strámannavirkseminum hjá JFK-Trol, er sambart Hanusi Hansen sjálvum í føroysku fjølmiðlum, rætt og slætt ongin. Hanus er erligur og viðgongur allment, at eginkapitalur felagsins er í lummanum hjá “Røkke”. Hann sigur víðari, at um teir muta ímóti, ja so “klemmar” stóribeiggin skrúvuna og koyrir strámannin umkoll. Og tað má ikki henda, tí so missa vit feitu strámannalønirnar.
Hóast føroysku skættakrónurnar inntil víðari eru mistar, er skilabetri at senda tey 200 fólkini inn á ALS eftir sosiala kekkinum.
Ikki er altíð nemt at skylda upp á hvønn annan. Í stóran mun kemur tað júst til sjóndar her. Í øllum hesum heimildarruðuleikanum, ryggleysum strámonnum og fíggjarpolittiskum hurluvasa, kann staðfestast, at føroyski almenningurin enn einaferð er við sviðusoð.
Men sjón gongur nú fyri søgn, at útlendski kapitalurin í allarhægsta grad stýrir føroyskum vinnuvirksemi. Tað mann følast óunniligt í Fiskivinnuumsitingini í hesu stund. At hetta kundi henda, vistu teir væl av frammanundan. Teir hava sjálvir biðið um tað og liggja nú sum teir hava reitt. Eftir stendur so spurningurin um fiskirættindini, sum er ogn Føroya fólks. Eru tey nú tað? Um ja, so inndragið tey aftur sum skjótast, so breyð aftur fæst á borið, har strámaðurin ikki skal fáa seg mettan.
Vestmanna hin 21.3-07