Stríð ímóti mannahandli

Hóast myndugleikarnir í fleiri londum hava avdúkað brotsmannalið, sum keypa og selja fólk, vindur mannahandilin framvegis upp á seg, sigur ST. Heimsfelagsskapurin heldur, at nú er so nógvir pengar uppi í mannahandli, at hesin handilin verður skjótt størri enn handilin við rúsevnum.

Løgmálaráðharrarnir í G8-londunum hava biðið um størri stuðul til stríðið ímóti mannahandlinum. Ætlanin er, at øll tey 182 londini, sum eru við í Interpol-samstarvinum, skulu brúka eina felags avdúkingar- og fráboðanarskipan, tí sambært bretska innanríkisráðharranum, Charles Clarke, hevði tað gjørt arbeiðið munandi lættari.

Í vikuni avdúkaði italska løgreglan eitt brotsmannalið í býnum Catanzaro, sum eftir øllum at døma hevur keypt børn í Eysturevropa og selt tey aftur vestanfyri. Ímillum tey tiknu er ein 47 ára gomul kvinna. Løgreglan vil vera við, at hon hevur goldið einum bulgarskum hjúnum 45.000 krónur fyri ein nýføðing. Løgreglan hevur eisini illgruna um, at hetta sama brotsmannaliðið hevur keypt og selt ymisk mannagøgn, sigur BBC.