Stríð ímóti barnalýsingum

Altjóða brúkarafelagið Consumers International ætlar sær í ár at leggja serligan dent á stríðið ímóti lýsingum, sum royna at lokka børn at eta ósunnan mat.

- Alt ov nógvir matpakkar hjá børnum innihalda sjokulátu, grønar drykkir og feitar tvíflísir. Tað er ósunnur matur við alt ov nógvum sukri, salti og feitti, og hetta eru vørur, sum børn kenna frá sjónvarpslýsingum, sigur Consumers International í einum tíðindaskrivi.

Tí skal brúkarafelagið í ár brúka serliga nógv orku til stríðið ímóti ósunnum sjónvarpslýsingum.