Strálaðu av spæligleði

Heðin Askham heldur ikki, at hann skal hava allan heiðurin fyri stórsigurin í gjár.

– Eg eri als ikki nakar mirakulmaður. Hetta var nakað, spælararnir vildu og tað vístu teir eisini, segði Heðin Askhan, sum var sera fegin um avrikið hjá sínum monnum.

– Hetta er eitt tað besta, eg havi sæð nakað føroyskt lið spælt. Tað var ein sonn frægd at síggja álopið og verjan var fullkomiliga kompakt, segði Heðin Askham eftir dystin í gjár.

Hann vildi tó ikki lova, at liðið hjá honum fer at vinna 7-0 dystirnar, ið eftir eru av kappingarárinum.

– Men um vit kunnu fáa teir at spæla á henda hátt hvønn dyst, so er tað fantastiskt, helt Heðin Askham fyri.