Strákur tók tey flestu á bóli, tá fyrsta uttandurakappingin í ár varð hildin undir Kráarheyggi í gjár. Veðrið var gott. Eitt vet av mjørka lá í dalinum, men ikki nakað sum órógvaði kappingina.
- Reiðfólkini vóru sum vera man spent at koma í gongd, nú skuldi venjingin hendan veturin gjarna vísa seg aftur í úrslitum á breytini. Tað vóru eisini nógv flott ross at síggja og eisini nøkur væl gongd ross, skrivar Ríðisambandið.
Serliga fall kanska Strákur hjá Regini Johannessen í eygað, hesin greðingurin teir sjálvur hava alt. hevur kappast fyrr, men hevur kanska ongantíð verið betri fyri enn beint nú. Hetta gav eisini úrslit, Strákur vann fjórðgongsgreinina og gjørdist nummar trý í Tølt. Flott úrslit sum skuldi boða frá einum góðum kappingarárið hjá Stráki.
Fimmgongdina vann Knút Lútzen á Tórey, tey bæði vóru rættiliga sannførandi, men tá tey fingu eitt greitt sjey tal í skeið var eingin ivi um fyrstaplássið hjá teimum. Aðrir vinnarir vóru í V5, Lív Heinesen á Háreka - T7 Ragnheiður á Huga - T2 Esther Dahl á Heyga á Vorboða - T1 Jacklin Durhuus á Hafdís.