Klaksvík: Norsk Hydro brúkar Strákur sum stand-by bát, og uppgávan er at ansa eftir einum rørleidningi.
Fyrst í komandi viku verður Strákur tikin upp á bedingini í Klaksvík, tí botnurin skal reinsast, og um eina viku fer hann væntandi avstað aftur í Norðsjógvin.
Strákur hevur verið nógv í Norðsjónum í ár, og vanligt er at túrarnir eru millum fimm og sjey vikur hvørja ferð.
Fýra mans eru við Strákur.kanska vera torført hjá okkum føroyingum at skilja í ávísum førum, men hinvegin eiga reglurnar eisini at respekterast.Vit hava tó eisini okkara ábyrgd í so máta, tí kontrolskipan okkara virkaði ikki nóg væl, og hetta er so nakað, sum vit mugu royna at betra um. Hinvegin eiga vit eisini at vera eitt sindur »føroyskir«, soleiðis at alt ikki gerst ov fýrakantað, tí hetta liggur jú ikki til okkum.
Vóru trupulleikar av ymsum slag við fyrireikin og øðrum, so er tó eitt, sum Poul tykist ómetaliga fegin um:
- Eg haldi at 12. maður eigur eitt stórt herðaklapp uppiborið fyri teirra leiklut. Teir skaptu ein ótrúliga góðan stemning, og ikki minst tað, at teir nú sita á endatribununi ger, at øll hini fólkini síggja teir. Teirra leiklutur lág so avgjørt ikki eftir, og hetta varð til at gera upplivingina hjá hinum áskoðarunum enn størri, varð seinasta viðmerkingin frá formanninum fyri Tórsvøll.









