Nú skal Føroya Rættur taka støðu til um tað var ólógligt, tá ið Klaksvíkar Býráð gav einum ungum manni byggiloyvi.
Endar svartiper hjá býráðnum, kann avleiðingin vera, at eini spildurnýggj sethús skulu takast niður aftur og at kommunan fær endurgjaldskrav upp á minst tvær milliónir.
Hetta er fyribils úrslitið av einum drúgvum og beiskum stríði í Klaksvík.
Fyribils hevur hetta stríð vart í eini fimm ár og nú skal Føroya Rættur gera av, hvør hevur rætt og hvør er farin skeivur.
Tók dik á seg
Alt málið tók dik á seg, tá ið ein maður í 2003 søkti Klaksvíkar Kommunu um byggiloyvi á einum stykki, hann hevði fingið frá skyldfólki.
Eftir byggisamtyktini, skulu grundstykkini í hesum økinum verða minst 400 fermetrar og nettonýtslustigið má ikki fara upp um 0,3.
Men hesar treytir lýkur hetta stykkið ikki, tí tað er bara 323 fermetrar og nýtslustigið er 0,51 eftir tekningunum, sum húsini skuldu byggjast eftir.
Men Klaksvíkar kommuna gjørdi undantak og játtaði byggiloyvi kortini.
Tí hava grannarnir kært, tí teir siga, at húsini eru so stór, at tey eru til ampa fyri grannalagið og harafturat hava tey mist útsýnið.
Alla mylluna runt
Málið hevur verið alla mylluna runt, heilt frá Klaksvíkar Býráðið, oljumálaráðnum, innlendismálaráðnum og enntá hjá Løgtingsins umboðsmanni.
Men higartil hevur tað ikki gjørt mun og nú er málið so lagt fyri Føroya Rætt at taka støðu til og tað má sannast, at tað var ein sjáldsom perlurekkja av løgfrøðingum, sum hevði tikið sætið í tí trongliga rættarsalinum í C Pløyensgøtu í Havn, tá ið málið var til viðgerðar nú ein dagin.
Málið var so drúgvt, at tað tók tveir heilar dagar at avgreiða, tí tað vóru bæði grannarnir, Klaksvíkar Býráð og landsstýrið, sum troppaðu upp at verja síni sjónarmið.
Ein høvuðsspurningur er um tað var ólógligt hjá kommununi at geva byggiloyvið.
Tá ið málið var kært til Oljumálaráðið, mælti býarskipanarnevndin ráðnum til at geva kærarunum viðhald í, tí frávikið í byggisamtyktini var so stórt, at tað hevði kommunan ikki heimild til at lata.
Men oljumálaráðið vildi ikki fylgja tilmælinum og staðfestir byggiloyvið.
Tá ið oljumálaráðið varð niðurlagt, endaði málið í innlendismálaráðnum og eisini har var niðurstøðan, at byggiloyvið var ílagi.
Tí varð málið kært til Løgtingsins Umboðsmann, men beint eftir at kæran varð send, útskrivaði Klaksvíkar Býráð endaligt byggiloyvi og sostatt fór maðurin undir at byggja.
Tá ið málið síðani varð til viðgerðar hjá Løgtingsins Umboðsmanni, var niðurstøðan púra greið: Byggiloyvið var ólógligt, tí talan var um eitt so stórt frávik, at tað hevði kommunan ikki heimild til at geva.
Men tá var maðurin langt síðani farin undir at byggja og hann helt fram at byggja til húsini stóðu liðug og tey kundu flyta inn sjálva jólaaftan í 2006.
Skulu takast niður
Nú málið var fyri í rættinum, kravdu grannarnir rætt og slætt, at húsini verða niðurtikin aftur, tí at byggiloyvið var ólógligt.
Samstundis kravdu tey 200.000 krónur í endurgjaldi fyri tann trega, hetta hevði volt teimum.
Ført var eisini fram, at rætturin til at geva frávík, umfatar bara lítil frávik og tað kundi hetta ikki kallast.
Teir meintu, at tá ið talan var um eitt kærumál, áttu byggingin at verið steðgað, til avgerð var fallin í málinum. Tað kann ikki vera rætt at byggingin heldur fram sum um at onki var hent. Tá ið so kæran loksins er endaliga avgjørd, eru húsini liðug, men tá var ov seint at gera nakað og so blivu húsini standandi.
Sjálvur heldur maðurin, sum hevði fingið byggiloyvi, at hann hevði onki gjørt uttan at hildið seg strangt til eitt byggiloyvi, hann hevði fingið frá kommununi.
Hann gjørdi eisini greitt, at fekk hetta fíggjarligar avleiðingar, fór hann at krevja endurgjald og tað kann lættliga blíva yvir tvær milliónir, skuldi tað ringasta hent, so at hann verður noyddur at taka húsini niður aftur.
Kommunan helt, at tá ið kærumyndugleikin, sum fyrst var oljumálaráðið og síðani innlendismálaráðið, komu til ta niðurstøðu, at byggiloyvið var ílagi, hevði kommunan skyldu at útskriva loyvi, so at maðurin kundi fara undir at byggja, tí tað hevði umsøkjarin krav upp á.
Kommunan vísir eisini á, at húsini eru ikki til ampa fyri grannarnar tí tey liggja langt frá og samstundis verður eisini víst á, at fleiri onnur grundstykki eru minni enn 400 fermetrar.
Kærararnir føra fram, at tað hevur ongan týdning, hvussu bygt hevur verið í økinum áðrenn byggisamtyktin varð gjørd. Tað, sum telur, er, hvussu farið verður fram, eftir at byggisamtyktin er gjørd og tí er hendan byggingin ólóglig.
Teir spurdu eisini, hvussu tað bar til, at Klaksvíkar býráð legði seg so hart í seðlarnar og fór so djúpt í lógbøkurnar fyri at fáa hetta byggiloyvi í hús.
Og spurningurin var eisini reistir um bæði Klaksvíkar Býráð, oljumálaráðið og innlendismálaráðið, høvdu verið undir so hørðum trýsti frá einstøkum borgarum við stórum valdi, at tey høvdu latið sær alt lynda.
Innlendismálaráðið helt, at Klaksvíkar Kommuna hevði ikki gjørt annað enn at hildið seg til veruleikan, sum er, at tað er stórt trot á byggilendi og tá ið eitt lendi var tókt her, so loyvdu tey bygging.
Innlendismálaráðið helt hinvegin, at tað var lætt hjá nøkrum teknokratum at sita í Havn og døma um, at byggiloyvið var ólógligt og víst var eisini á, at hetta hevði ikki ført fíggjarligt tap við sær fyri nakran.
Nú skal so dómur fellast í málinum og tað verður um ein mánað.