Íslendska fótbóltslandsliðið, sum skrivaði søgu í EM-endaspælinum í Fraklandi flýgur heim til Íslands í morgin.
Íslendska tjóðin vil sleppa at heiðra "strákunum", og verður skipað fyri risastórari móttøku á Arnarhóli í Reykjavík klokkan 19 íslendska tíð í annaðkvøld. Tað er klokkan 20 okkara tíð.
Flogfarið við íslendska hópinum lendir klokkan 17.30 íslendska tíð í Keflavík, og úr Keflavík verður koyrt beina leið til Reykjavíkar, har væntandi ein metstór fjøld fer at taka ímóti, og fer at heiðra íslendska liðnum fyri søguliga bragdið í EM-endaspælinum í Fraklandi.
Undir EM-endaspælinum hava íslendingar vunnu nógv hjørtu, og nógvan stuðul frá fótbóltsfjepparum kring allan heimin, og íslendsku landsliðstroyggjurnar eru útseldar allastaðni.
Vit á in.fo ynska frændatjóð okkara hjartaliga tillukku við søguliga bragdinum. Ísland er ein fyrimynd fyri allar smátjóðir í heiminum.