Tónleikur
Stefan í Skorini
Føroyskir strúkarar hava í hesum døgum møguleika at nema sær kunnleika frá tveimum meistarum. Tað eru brøðurnir Géza og Csaba Szilvay, sum vitja í Føroyum og hava skeið fyri føroyskum strúkarum.
Teir báðir eru upprunaliga ættaðir úr Ungarn, men hava sítt dagliga virki í Finnlandi, har teir hava ein skúla fyri strúkarar. Hesin skúlin er navnframur um allan heim innan tónleikaumhvørvið, har nógvir sera dugnaligir strúkarar hava gingið.
Kollvelt tónleikalívið í Finnlandi
? Hesir báðir tónleika-úrmælingarnir hava kollvelt finskt tónleikalív, og nógvir sera dugnaligir strúkarar hava nomið sær útbúgving á júst hesum skúlanum, sigur Ólavur Hátún, sum í samstarvi við Tórshavnar Musikkskúlanum og Føroya Musikklærarafelag hevur tikið stig til vitjanina hjá teimum báðum ungarunum.
Talan er tískil um ein skúla á altjóða støði, sum ungarsku brøðurnir settu á stovn í 1972, og fleiri úrmælingar hava fingið undirvísing á júst hesum skúlanum.
Tað sermerkta við hesum skúlanum er undirvísingarhátturin, sum teir báðir brøðurnir sjálvir hava ment ígjøgnum drúgvar royndir við strúkara-næmingum. Hesin sonevndi colour-strings læruhátturin, sum hevur eina serliga nóta- og hoyrilæru, hevur gjørt skúlan kendan og virdan um allan heim.
Við sær í Føroyum hava teir tríggjar 12-ára gamlar gentur, ið skulu vera við í undirvísingini á Frúutrøð.
Konsert
Undirvísingin fer soleiðis fram, at um dagin eru tað teir ungu næmingarnir, ið fáa undirvísing, men um kvøldið eru tað okkara bestu næmingar og lærarar á Musikkskúlanum, ið fáa lærdóm frá brøðrunum úr Ungarn.
Leygardagin klokkan 16 verður konsert í Kommunuskúlanum í Havn, har føroyskir strúkarar fara at luttaka saman við teimum báðum undirvísarunum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Csaba og Gésa eru í Føroyum. Í 1986 vitjaðu teir her og høvdu skeið og konsert, men síðani hava teir ikki vitjað aftur í Føroyum.
Tveir føroyingar fara í næstum yvir til Finnlands at fáa undirvísing á skúlanum hjá teimum báðum. Talan er um Tórð Restorff og Angelika Nielsen, sum fáa møguleika at fara á eitt skeið í tríggjar mánaðir.
Mynd:
Csaba Szilvay leggur einum næmingi lag á. Úrslitið av undirvísingini kann upplivast í Kommunuskúlanum leygardagin klokkan 16 Mynd: Jens Kr. Vang