Leygardagin heldur Tórshavnar Musikkskúli almenna konsert í skúlanum við Løgmannabreyt.
Konsertin, sum er ókeypis, er í sambandi við Strúkaradagarnar hjá skúlanum fríggjadagin og leygardagin.
Á konsertini, sum verður leygardagin klokkan 15, eru verk eftir Faure, Elton John og Sibelius.
Í samband við at Tórshavnar musikkskúli varpar ljós á føroyska mentanararvin hetta skúlaárið, verða eisini tvey verk við føroyskum íblástri á skránni.
Tey eru Færøsk Ringdans eftir Haakon Børresen, og TurrStrúkiLurr eftir Paula í Sandagerði.
TurrStrúkiLurr er nýskrivað verk, og verður hetta sostatt frumframførslan av verkinum, sum tey í musikkskúlanum kalla eitt spennandi verk.
Men á konsertini fer eisini eitt strúkiorkestur við yngri tónleikarum at spæla løg úr Going for Gold.
Dirigentur er Bernharður Wilkinson.
Myndin er ein savnsmynd hjá Tórshavnar Musikkskúla.