Stríðist við at savna saman hondbóltshagtøl

(Rás2 - Sjóðteim) Hoyr samrøðuna, sum var við Ásbjørn N. Nattestad, hondbólts-hagtalssavnara á Rás2 fyrrapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Ásbjørn N. Nattestad í tí fyrra tímanum í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2.

 

Ásbjørn N. Nattestad er ein stórur hondbóltsfjeppari. Kyndil og føroysku landsliðini standa hansara hjarta nær, men hann hevur eitt annað hjartamál innan hondbólt, nevnliga hagtøl.

 

Serliga eru tað málskjúttar í bæði besti kvinnudeildini, og í besti mansdeildini, sum Ásbjørn hevur stríðst við at savna. Nú er Ásbjørn eisini farin í holt við at savna hagtøl inn frá landsdystunum føroyingar hava spælt í hondbólti.

 

Kyndil er væl fyri við hagtølum, men tá tað kemur til allan hondbóltin í Føroyum er ikki væl statt við málskjúttum o.ø. hagtølum áðrenn 1985, men eisini her hongur Ásbjørn N. Nattestad í fyri at útvega hagtøl.