- Eg veit, at yvirmaktin er øgiliga stór. Eg veit eisini, at nógv hava hug at flenna. Men eg orki ikki at tiga longur.
Janus Dam Guttesen í Havn er farin í hernað ímóti einum vanda, sum vit hvørki kunnu lukta, smakka, hoyra ella síggja.
Hesin ósónligi vandin, hann nú er farin at stríðast ímóti, er tann heilsuvandi, ið stendst av mikrobylgjunum frá øllum tí tráðleysa samskiftinum, vit eru umgyrd av nú á døgum.
Hann veit, at hetta er eitt umstrítt evni, men eftan á alla kunningina, hann hevur útvegað sær um evnið í fleiri ár, er hann púra sannførdur um, at, hetta er ein heilsuvandi, sum er heilt ítøkiligur og sum kann prógvast.
- Tað er langt síðani prógvað, at mikrobylgjur, ella erbylgjur, sum tað eitur á føroyskum, frá tráðleysum interneti og fartelefonum, eru heilsuskaðiligar fyri fólk og eg haldi, at tað er neyðugt, at vit varpa ljós á hendan ósjónliga heilsuvandan, sigur Janus Dam Guttesen.
Erbylgjuovnar og tráðleysar heimatelefonir eru líka heilsuskaðiligar, tí tað haðani geislar eisini.
- Men tað er eitt sindur øðrvísi, tí fólk gera sjálvi av um tey fáa sær erbylgjuovn og tráðleysa heimatelefon og um tey vilja leggja likam og sál til tær geislingar, ið stendst av tí.
- Eitt annað er so tað, at tey vita neyvan, hvat tey gera.
Hinvegin heldur hann, at tað einki annað enn beinleiðis ágangur á fólk at seta sendarar til fartelefonir og tráðleyst internet upp allastaðni, tí tá verða fólk tikin av ræði og fáa ikki sjálvi vart seg fyri tí skaðiligu geislingini ið stendst av tí.
Upp í glens
Janus Dam Guttesen sigur, at tað eru eini 15 ár síðani, at hann fekk áhuga fyri hesum vandamálinum.
Tann, sum gjørdi hann varugan við hetta, var ein donsk vinkona, ið nevnist Marianne og sum búði í Føroyum eitt skifti í sambandi við, at pápi hennara var kommunulækni í Vági.
- Hon fór at skriva til mín um, hvussu illa fyri hon var av erbylgjugeislingum. Og elektriskum feltum.
Janus viðgongur, at í fyrstuni hevði hann bara hug at sláa tað upp í glens og at tað tók sína tíð at sannføra hann um, at hetta var álvari.
Men síðani er hann blivin so mikið sannførdur, at hann nú hevur reist málið alment.
Stovna felag
Í hesum samband hevur hann nú tikið stig til at stovna eitt felag, sum hevur til endamáls at fáa myndugleikarnar at taka hetta vandamálið í álvara.
Stovnandi aðalfundur var fríggjakvøldið og har vóru 10 fólk møtt, sum øll meldaðu seg í felagið, sum hevur fingið navnið Erbylgjufelagið.
Men áhugin er veksandi og hóast lítið og onki er gjørt fyri at gera vart við felagið, hava nú 25 fólk meldað seg sum lim.
Janus Dam Guttesen er sjálvur formaður í felagnum, Rakul Guðjónsson er skrivari og Elin Wang er kassameistari.
Limagjaldið er 100 krónur um árið.
Felagið fer nú undir ymisk tiltøk at gera vart við hetta vandamálið og nú fara tey í nevndini at tosa saman um, hvussu farast skal fram.
1500 sjúkir føroyingar
Janus Guttesen sigur, at í Føroyum eru onki hámark fyri, hvussu sterkar geislingar frá tráðleysum samskifti kunnu vera.
Annars hava alsamt fleiri og fleiri lond sett markvirði fyri slíkari geisling og eisini eru aðrar treytir fyri, hvussu nær sendarar til tráðleyst internet og fartelefonir kunnu vera við skúlar og onnur støð, har børn og ung búleikast, fyri at verja tey fyri geislingum.
Sjúkueyðkenni, sum fólk kunnu fáa av geislingum av hesum slagi, eru útslett, ovurviðkvæmi av ymsum slagi, høvuðpína og yvirhøvur kunnu fólk verða so illa fyri, at lívsvirðið minkar.
- Fólk merkja eisini, at tey hava ikki bindindi til nakað, tey missa megina og kenna yvirhøvur órógv á sær.
Janus kennir eisini fleiri fólk í Føroyum, sum liva illa av geislingum.
Sjálvur hevur hann ikki so illa fortreð av hesum, men viðhvørt merkir hann tað og yvirhøvur heldur hann, at lívsvirðið versnar í rúmum við tráðleysari geisling.
Aðrastaðni verður roynt at fáa árinini av tráðleysari greisling viðurkenda sum eina sjúku, men tað hevur hilnast illa.
- Men í Svøríki er hetta viðurkent sum ein sjúka, ið fólk kunnu fáa avlamispensjón fyri.
Í Svøríki kunnu fólk, sum búgva í økjum við nógvari geisling, eisini fáa almennan stuðul til at verja húsini fyri geislingum.
- Tað kann gerast við at mála húsini við eini serligari máling og øðrum tiltøkum.
Í Svøríki vísa kanningar, at eini 3,2% av fólkinum eru álvarsliga ávirkað av elektro-ovurviðkvæmi og upp til 35% eru ávirkað í minni mun.?
- Líkjast vit svium, merkir tað, at einir 1500 føroyingar eru álvarsliga ávirkaðir av geisling frá tráðleysum interneti, fartelefonum og øðrum tráðleysum samskifti.
Janus Dam Guttesen staðfestir, at nú hava læknar funnið fram til, at í heilanum á fólki, sum ikki tola erbylgjugeislingar, verða gjørd eitt serligt protein og tað verður bara gjørt í heilanum á fólki, sum ikki tola slíkar geislingar.
- Sostatt er ikki longur bara talan um eina óítøkiliga sjúku, sum fólk siga seg hava, men um eina sjúku, sum beinleiðis kann mátast.
Men eitt eru tey árin, sum erbylgjugeisling hevur á fólk ímeðan tey eru fyri geisling. Eitt heilt annað er, at serfrøðingar eru ósamdir um, hvussu hendan geislingin fer at ávirka okkum í longdini, men tað fáa vit ikki at vita fyrrenn um eini 20-30 ár.
Nógv flenna
Janus Dam Guttesen er greiður yvir, at tað verður alt annað enn lætt at fáa myndugleikarar, og kanska eisini fólk sum heild, at taka hetta í álvara, tí tað er so óítøkiligt.
- Eg eri greiður yvir, at nógv fara at flenna at hesum. Eg eri eisini greiður yvir, at tey fara at avnokta vandan. Men eg eri eisini greiður yvir, at einaferð fara tey at síggja sannleikan í eyguni.
Hann heldur, at talan er um so mikið stórt vandamál, at markvirðið eiga at verða sett á, hvussu sterkar geislingarnar kunnu verða. Mark eisini at verða sett fyri, hvussu nær við dagstovnar, skúlar, frítíðarskúlar og onnur støð, har børn og ung búleikast, tað skal vera loyvt at seta sendarar til fartelefonir og tráðleyst internet.
- Telefyritøkur og mynduleikar eiga at taka neyðug fyrivarni, tá framtíðar tráðleys tøkni verður sett upp.
Men áðrenn sendarar verða settir upp, eiga borgarin at spyrjast, um tey yvirhøvur vilja hava teir í grannalagnum og tað skal verða ein fólkaræðisligur rættur til at nokta fyri, at sendarar verða settir upp í teirra grannalagi.
- Telefyritøkurnar fara uttan iva at tvíhalda um, at geislingin er púra óskaðiligt og at ongi prógv eru fyri, at geislingin er heilsuskaðilig.
- Men kanska stjórin í Føroya Tele og stjórin í Vodafone ganga undan sum góð fyridømi og seta sendarar upp á síni egnu hús, áðrenn teir seta sendarar upp hjá øllum øðrum.
Verja børn og ung
Janus Dam Guttesen sigur, at tað, sum er heilt galið, er, at vit hava tvær telefyritøkur, sum hava hvør sínar sendarar.
- Tað merkir, at fólk eru útsett fyri tvær ferðir so nógvum geislingum, sum annars og tí eiga báðar telefyritøkurnar at brúka sama sendinet.
- Serliga ávara nógvir serfrøðingar ímóti at seta sendarar til tráðleyst samskifti upp við skúlar, tí børn og ung eru ikki fullment og eru tískil serliga viðkvom fyri ávirkanini frá slíkum geislingum.
Janus Dam Guttesen vísir á, at ES-tingið sigur í einari nýggjari niðurstøðu, at serliga børn og ung eiga at vera vard móti geisling frá mikrobylgjum.
Yvirhøvur mæla serfrøðingar eisini til, at serliga børn og ung avmarka brúkið av fartelefon og tráðleysum samskifti fyri at verja tey fyri geislingum.
Men hann staðfestir samstundis, at í Føroyum hava vit ongan politikk á hesum øki.
- Eysturskúlin í Havn hevur tríggjar sendarar á skorsteininum og somuleiðis er sendari á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn.
- Nú er eisini ætlanin at seta ein 24 metra høga mastur við sendara upp beint við nýggja skúlan á Løgmannabreyt og somuleiðis verða tvær mastrar settar upp beint við nýggja skúlan á Argjum.
- Tað er burtur úr vón og viti, sigur Janus Dam Guttesen.
Í Tórshavnar Kommunu eru annars beint nú ítøkiligar ætlanir um at seta fleiri sendarar til fartelefonir upp ymsastaðni í kommununi.
Umframt at sendarar skulu setast upp við nýggja skúlan á Argjum og á Løgmannabreyt, er ætlanin at seta sendarar upp á við íbúðarblokkarnar undir.
Kongavarða, við íbúðarøkið Inni á Gøtu, beint við Hvíldarheimi Naina, við tekniska Skúla og mitt í býnum við MRCC støðina, og aðrastaðni við.
Hot Spot Føroyar
Janus Dam Guttesen ræðist eisini alt prátið hjá summum politikarum um at gera allar Føroyar til eitt stórt Hot Spot øki, so at øll altíð fáa samband við eitt tráðleyst internet.
- Tað merkir í veruleikanum, at tær ikki nýtist at hava internet heima við hús tí sendarar verða settir upp allastaðni og tað er bara at sita heima og lata telduna fáa samband við ein sendara, so ert tú á internetinum.
- Og hetta verður sett fram samstundis sum ES-tingið mælir frá at seta meiri tráðleyst internet upp, tí tað er heilsuskaðiligt og kann elva til nógvar ymiskar heilsuligar trupulleikar.
Situr nakar og stúrir fyri geisling, ber til at seta seg í samband við Erbylgjufelagið, tí tey hava eitt tól, sum mátar, hvussu sterk geislingin er og tey fara fegin út á stovnar, ella út til fólk at máta.
Mugu hava hámark
Tú heldur, at hámark skal vera fyri, hvussu nógv geisling kann vera loyvd. Hvar skal markið verða?
Danska -og føroyska- hámarkið er 9.000.000 mikrowatt/m² og tað er ímillum tey hægstu í heiminum og er nógv hægri enn tað, sum nógvir granskarar halda er ráðiligt. Aðrastaðni eru markvirðini nógv lægri. Í Salzburg í Eysturríki er hámarkið fyri geisling uttandura ikki meiri enn 10 mikrowatt/m².
Mugu verja børn og ung
Eru nakrir bólkar í serligum vanda?
ES-tingið sigur í einari nýggjari niðurstøðu, at serliga børn og ung eiga at vera vard móti geisling frá mikrobylgjum. Børn og ung eru ikki fullment og eru tískil serliga viðkvom fyri ávirkanini frá slíkum geislingum.
Taiwan hevur tikið avleiðingarnar av hesum og hevur tikið allar sendarar niður av
skúlaøkjum og íbúðarøkjum.
Somuleiðis hava Palm Beach county í Florida, Los Angeles í California og New Zealand øll forbjóðað fartelefonsendarum og antennum tætt við skúlar.
ES-tingið mælir frá tráðleysum interneti og samstundis verður mælt til at brúkið hjá skúlabørnum av fartelefonum á skúlaøkinum verður avmarkað sum allarmest. Summi ES lond hava longu tikið avleiðingarnar av hesum og hava tikið tráðleysa samskiftið niður av skúlaøkjum.
Fleiri sendarar við skúlar
Eru tað nakrir serligir sendarar tú hugsar um
Í løtuni stúri eg serliga fyri sendarum, sum ætlanin nú er at seta upp við skúlar, dagsstovnar og í íbúðarøkjum.
- Eg havi kannað málið og havi fingið at vita, at í Hoyvík er ætlanin at seta ein sendara upp bara 40 metrar frá nýggja skúlanum við Løgmannabreyt og 130 metrar frá dagstovninum við Løgmannabreyt.
Einar 220 metrar frá Hvíldarheiminum Naina er eisini ætlanin at seta ein sendara upp. Somuleiðis er ætlanin at seta ein sendara upp 165 metrar frá Tekniska Skúla við Velbastaðvegin. Einar 210 metrar frá nýggja dagsstovninum á Hamrinum á Argjum er eisini ætlanin at ein sendar skal setast upp og ein sendari skal setast upp 400 metrar frá stovninum.
Og at enda kann nevnast, at ein sendari skal setast upp, sum er 385 metrar frá dagsstovninum í Løkjatúni, 475 metrar frá nýggja skúlanum á Hamrinum og 190 metrar frá dagstovninum á Argjum.
Soleiðis avmarkar tú heilsuvandan
Eitt endamál við nýstovnaða Erbylgjufelagnum er at fáa myndugleikar a seta hámark fyri, hvussu nógva erbylgjugeisling tað skal vera loyvt at hava í økjum, har fólk búleikast og serliga á skúlum, dagstovnum og øðrum støðum, har børn og ung búleikast.
Men tað eru eisini nógv tiltøk, sum fólk sjálvi kunnu seta í verk fyri at avmarka heilsuvandan.
Eitt er, at tá ið tú keypir fartelefon, skalt tú spyrja eftir, hvussu stórt Sar virðið, hon hevur.
Sar stendur fyri ”Specific Absorption Rate” og vísir, hvussu illa geislingar frá eini fartelefon ávirkar kroppin og tað er rættiliga stórur munur á teimum ymsu sløgunum.
Lægri virðið er, minni geisling stendst av at brúka hana.
So vítt, vit hava funnið fram til, hava tær telefonir, sum eru best í hesum høpi, eitt sar-virðið, sum er minni enn 0,10 og tær, sum geisla ringast hava eitt virði upp langt oman fyri 1.
Janus Dam Guttesen mælir eisini fólki til at hava vanliga fastnet- telefon heima og einans at brúka fartelefon, tá ið tey eru úti.
Hann mælir eisini fólki frá at hava tráðleyst internet, men at hava kaðalsamband ístaðin.
Hann sigur, at nú ber eisini til at seta routaran til streymin, tí so ber til at fáa internetsamband við kaðali, allastaðni í húsinum har stikkkontakt.
Hann vísir eisini á, at bæði tráðleysar heimatelefonir og erbylgjuovnar eisini elva til geislingar.
Samstundis mælir hann dagsstovnum, skúlum og øðrum plássum, har børn og ung eru, til at fáa sær fastnettelefon og internet ígjøgnum kaðal.
Annars heldur hann, at tað eigur at verða eitt fólkakrav, at sendarar verða fluttir burtur frá íbúðarøkjum, men so eiga fólk eisini at vera til reiðar at góðtaka, at fartelefonsambandið ikki er so gott innandura og at brúka fastnet ístaðin.
Tað finst eitt hav av heimasíðum um evni, har fólk kunnu lesa og gera sær sínar egnu niðurstøður.
Her eru nakrar:
www.radiationresearch.org
www.magdahavas.com
www.safeschool.ca
www.feb.se
straaling.dk