Stríðist altíð fyri at vinna

Liðformaðurin hjá Neistanum seinasta ár, Inga F. Danberg, verður millum teirra, sum koma at draga tað tunga lessið í hesum kappingarárinum

Inga F. Danberg er eftir hondini vorðin gomul í garði, tá tosað verður um føroyskan hondbólt. Síðani hon var 17 ára gomul, hevur hon verið við á besta liðnum hjá Neistanum. Árini 1989-1995 undantikið eini 2 ár, tá hon hevur verið í barnsburðarfarloyvi.

Hon er ivaleyst ikki tann besti teknikkarin, sum føroyskur kvinnuhondbóltur eigur, men hinvegin skal leitast leingi, áðrenn tú finnur ein leikara við sama hugburði sum Inga. Viljin at stríðast til tað allarseinasta lýsir burtur úr henni, og í hennara heimi er eingin dystur vunnin ella taptur fyrr enn dómaraborðið hevur talt upp tvær ferðir upp í 30.

Hesum eginleikum fær Inga allarhelst eisini brúk fyri í hesum kappingarárinum, tí talan verður í ár um eitt rættuliga nýtt neistalið, sum fer á vøllin.

Inga heldur sjálv, at frágongdin hevr verið í størra lagi, men at tær hava nógvar ungar evnaríkar unglingar, sum nú fáa møguleikan at royna seg.

Inga metir, at tað at fleiri av teium rutineraðu leikrunum eru givnar, eisini fer at viðføra at ábyrgd verður flutt yvir á aðrar leikarar. Sum er, eru tær eina 4, sum hava verið við ígjøgnum fleiri ár, og tað sigur seg sjálvt, at tær koma at taka ein stóran part av ábyrgdini á seg, tá spælt verður.

Hinvegin væntar Inga eisini, at onkur av teimum ungu leikarunum, sum eru komnar á liðið seinastu árini, nú fer at gera rættuliga vart við seg. Hugburðurin tær hava til venjingina er í øllum førum hin rætti, og Inga sigur sjálv, at tað í ár hevur verið rættuliga stuttligt at venja, tí tær allar ganga inn fyri somu søk.

Um vónirnar til kappingarárið er Inga eitt sindur varlig, men sum hon sigur, so verður spælt fyri at vinna í hvørjum dysti. Ger man ikki tað, er eingin grund til at spæla, sum hon málber seg.

Hon ásannar tó at tað kann fara at gerast sera torført, og kanska serliga í byrjanini, við tað at talan er um somikið nógvar nýggjar leikarar.

Inga torir ikki at koma við endaligum boði um, hvussu kappingin í ár fer at ganga, men sigur at hon vónar og trýr tað besta. Tað fer sjálvandi at taka nakað av tíð, áðrenn liðið er spælt saman, men roknar hon við, at fram ímóti jólum, fer hetta at vera á einari góðari leið.