8. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin.
Tvey av teimum fýra, sum hava møguleika at flyta upp í bestu deildina, hittast í Gundadali, har FC Hoyvík hevur vitjan av TB.
Hini bæði liðini, sum stríðast fyri at vinna sær sess í bestu deildini, vitja á Skálafjørðinum.
Teir næstbestu hjá NSÍ hava í løtuni vitjan av KÍ, og teir næstbestu hjá B68 fáa seinni í dag vitjan av 07 Vestur.
NSÍ-KÍ kl. 14
Víkingur-EB/Streymur kl. 15
B68-07 Vestur kl. 15
AB-HB kl. 15
FC Hoyvík-TB kl. 15.15