Stríðið um rávøruna

Hóast landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur eina samda vinnunevnd aftnan fyri seg, nú hann ætlar at tvinga fisk um uppboðssøluna, so eru tað mong í vinnuni, sum eru ímóti politiskari uppíblanding, aftan á eitt ár, har fría kappingini setti met sum ongantíð áður

Niclas Johannesen


Tað er ein samd vinnunevnd, ið nú loksins hevur givið landsstýrismanninum við fiskivinnumálum Jørgen Niclasen grønt ljós til at tvinga ein triðing av føroysku rávøruni um uppboðssølu.

Harvið tykist lobbyarbeiðið, sum smærru fiskaframleiðararnir hava útynt seinastu tíðina í eitt nú vinnunevndini, at hava borið ávøkst.

Men ikki øll eru samd í, at tað er rætt at tvinga skip at selja ávísan part um uppboðssøluna. Mett verður, at politisk uppíblanding er ikki júst tað, sum brúk er fyri, aftan á at fríu marknaðarkreftirnar settu met í fjør, hvat viðvíkur fiskaprísi.


Nei takk til monopol

Stendur tað til persónligu sannføringina hjá stjóranum á Fiskamarknaði Føroya, John Nielsen, so skal ongin fiskur tvingast um landsins einastu uppboðssølu.

? Í prinsippinum trúgvi eg upp á, at marknaður sjálvur skal ráða og finna út av, hvar tað best loysir seg at selja. Tað spyrst neyvan nakað postivt burtur úr, um tú politiskt fert at tvinga ein ávísan part av føroysku fiskarávøruni um uppboðssøluna, sigur John Nielsen við Sosialin.

Hvørjum óttast tú?

? Vit eru einasta uppboðssøla í landinum, og harvið koma vit í eina monopolstøðu, og tað ynskja vit ikki. Tað forpestar bara.

1998 var eitt gott ár hjá pf. Fiskamarknaði Føroya. Privata felagið, ið hevur ein eginpening upp á umleið 1 millión krónur, hevði eitt yvirskot upp á umleið 2 milliónir krónur.

Tilsamans blivu 40.000 tons seld um uppboðssøluna í fjør fyri 433 milliónir krónur. Nøgdin er áleið tann sama sum undanfarin ár ? millum 40-50% av rávøruni av føroyska landgrunninum eru vanliga farin um føroysku uppboðssøluna.

Ein avgerandi broyting var tó. Og hon kom í seinnu helvt í fjør. Tá fóru færri enn 30% av føroysku rávøruni um føroysku uppboðssøluna. Fleiri skip fóru at selja beinleiðis til virkini. Tað vóru serliga størru virkini, ið keyptu heilar lastir beinleiðis frá skipinum. Og í kjalarvørrinum á hesi gongd bankaðu so smærru virkini upp á dyrnar hjá politiska myndugleikanum.


Ósamdir

Vælkenda stríðið um rávøruna stendur sostatt aftur ovast á breddanum. Og nú verða so politisk tiltøk eftir øllum at døma sett í verk fyri at broyta mynstrið.

Jørgen Niclasen sigur við Sosialin, at fyri hann er kjarnin í hesum máli, at øll fáa kjans at bjóða upp á rávøruna. Tað heldur hann ikki er tilfeldið nú.

? Teir størru keypararnir seta sum treyt til skipini, at ?antin selja tit alt til okkum, ella keypa vit onki frá tykkum?, sigur Jørgen Niclasen.

? Hatta er nakað øgiligt tvætl.

Sigur Hanus Hansen, stjóri á Kósini í Klaksvík, og leggur aftrat:

? Vit hava ongantíð tvingað nakran sum helst at selja til okkum. Vit kunnu bara taka tann línubátin, sum seldi mest til okkum í fjør. Í síðstu viku seldi hann sína last um uppboðssøluna, tí okkara tilboð var ov lágt, og tað er tað onki í vegin fyri. Ongin okkara fær ilt av tí.

? Hjá okkum er tað soleiðis, at vit onkuntíð kunnu geva ein sera høgan prís fyri hýsuna, tí tað er har vit eru sterkast, so kann tað síggja út sum um, vit bjóða í minna lagi fyri toskin.

Stjórin heldur, at tað helst er hetta, ið ger, at smærru virkini halda at størru virkini tvinga skipini at selja eitt nú tosk til teirra fyri ein undirprís.

? Men talan er um eina samlaðan handil bæði fyri okkum og fyri skipini. Og vit hava ongantíð sagt við skipini: Alt ella onki! Haraftrat selja vit eisini tey fiskasløgini vit ikki sjálvi hagreiða ? so sum skøta, konafiskur og havtasku ? víðari um uppboðssøluna

Hanus Hansen sigur, at fyri seg tykist tað sum um, at nú, tá onkur virki eru farin at klára seg so nøkulunda, so eru tað onnur, ið ikki tola hetta.

? Tað tykist sum um, at høvuðsmálið er at hjálpa nøkrum einstøkum kjallarafyritøkum.


Dynamikkur

At tað snýr seg um at bjarga smærru fyritøkunum dylir landsstýrismaðurin heldur ikki fyri.

Hann er sannførdur um, at tann dynamikkurin, sum er í rávørusøluni í dag júst stavar frá, at smærru virkini eisini eru við í kappingini um fiskin.

? Heldur gongdin fram við, at alt fleiri skip selja beinleiðis til virkini, so doyr uppboðssølan, og so kunnu størru virkini bara býta skipini millum sín, sigur Jørgen Niclasen.

Men heldur ikki her er stjórin á Kósini samdur við landsstýrismannin. Tvørturímóti.

? Tað er so nógv lættari hjá virkjunum at avtala sína millum, tá allur fiskurin fer um uppboðssøluna, tí tá veist tú akkurát prísin. Nú er tað hinvegin skipini í stýra gongdini, sigur Hanus Hansen.

Hann heldur at landsstýrismaðurin skal ansa sær í hesum máli.

? Eg sigi tað ikki, tí at eg haldi, at støðan neyðturviliga gerst verri fyri Kósina, um partur verður tvingaður um uppboðssøluna. Tað kann væl vera, at tað er betri fyri okkum. Tú kanst venda tí og siga, at í prinsippinum er spurningurin um ein landsstýrismaðurin skal avgera, um tú keypir tína vøru í Brugsini ella Miklagarði. Hví skal hann blanda seg upp í tað?

Men tað ætlar landsstýrismaðurin sær, tí hann sum sagt ber ótta fyri, at smærru virkini bløða út.

? Tað er tá tær smærru fyritøkurnar eru burtur, at dynamikkurin fer úr vinnuni, og so kunnu tey størru virkini avtala sínamillum, hvør skal keypa hvat. Tað má ikki henda, tí so eru vit afturi í 80?unum, tá skip og virki vóru tætt tengd at hvørjum øðrum. Og øll kenna ta søguna, sigur Jørgen Niclasen.

Hanus Hansen skilir kortini framvegis ikki óttan hjá landsstýrismanninum.

? Ein ørgrynna av fiski verður seldur um uppboðssøluna í dag. Vit høvdu metár í fjør. Rávøruprísurin í Føroyum liggur langt oman fyri rávøruprísin í eitt nú Íslandi ? tú fært 6 krónur meira fyri toskin í Føroyum og 4 krónur meira fyri hýsuna her enn í Íslandi.

Hanus Hansen vísir eisini á, at í Íslandi fer ikki ein stertur heilur av landinum. Í Føroyum er tað vist, at tá skipini selja beinleiðis til virkini, so verður fiskurin viðgjørdur á virkjunum, verður hann seldur um uppboðssøluna, so kann hann líka so væl verða sendur heilur av landinum. Einasti háttur at senda heilan fisk av landinum er nevniliga at keypa hann um uppboðssøluna.

Og so heldur stjórin á Kósini eisini, at alt ov lítið hevur verið fokuserað upp á skipini. Hvat siga teir, ið eiga skipini?


Mótvilji

Reiðarin á línubátinum Jákup B ? Grímur Lassen ? fiskaði í fjør 1200 tons. . Harav seldi báturin umleið helvtina beinleiðis til virkini, meðan hin helvtin fór um uppboðssølu og onkur lastin varð seld uttanlands.

Hann heldur lítið um tvangsætlaninar hjá landsstýrismanninum og vinnunevndini.

? Eg haldi hálvavegna, at hetta er at undirmeta teir, ið selja.

Er tað ikki so, at tit verða tvingaðir at selja til størru virkini?

? Tvingaðir? Hvør skal tvinga meg? Ongin skal tvinga meg til hvørki eitt ella annað. Vit selja har, sum tað loysir seg best, og fáa vit ikki nøktandi prís í Føroyum, so sigla vit bara niður at selja fiskin. Eg veit ikki, hvar hatta prátið um tvingsil stavar frá. Tað hevur ið hvussu er onki hald í veruleikanum, sigur Grímur Lassen,

Hann sigur, at hann kennir heldur onki dømi frá øðrum skipum, um at tey eru tvingað at selja til størru virkini.

? Skipini eru jú leys av virkjunum. Hetta er ikki sum í 80?unum. Nú selja vit har, tað loysir seg best.

Og haldast skal fast um hetta fræslið heldur eigarin á Jákup B.

? Eg haldi, at landsstýrismaðurin skal halda fingrarnar burtur, sigur Grímur Lassen, ið eisini er rættiliga sannførdur um, at flestu skipaeigarar hava júst somu áskoðan.