Stríðið um meistaradeildina harðnar

Fýra feløg stríðast í løtuni um fjórða og seinasta plássið í Champions League komandi kappingarár, og tað sær út til at gerast ein dystur til seinasta blóðsdropa. Arsenal styrkti um vikuskiftið sína støðu í stríðnum við arvafíggindarnar úr Tottenham, men Bolton og Blackburn liggja og lúra beint aftanfyri

Premier League

Nú meistaraheitið so at siga er avgjørt, eru øll eygu vend ímóti dystinum um plássini í Champions League, og tað er líkt til, at hesin dystur kann gerast sera spennandi móti endanum av kappingini. Í løtuni er tað Tottenham, ið situr á fjórða plássinum, men trý lið eru beint í hølunum, og kappingin harðnar í hvørjum.
Tottenham var leygardagin á vitjan hjá Chelsea á Stamford Bridge. Hetta gjørdist ein sera tættur dystur, men sum ikki einaferð var tað Chelsea, ið fór við øllum, tá avtornaði.
Michael Essien legði heimaliðið framum tíðliga í dystinum, tá hann skoraði sítt fyrsta mál fyri Chelsea. Men beint undan steðginum javnaði Jermain Jenas fyri Tottenham. Henda støða helt sær eisini næstan til síðsta bríksl, men verjuleikarin William Gallas hevði aðrar ætlanir. Gallas hevði leitað sær fram av vinstra bakki, tá hann dróg inneftir úr vinstru og langaði bóltin upp í handara horn. Hetta gjørdist eisini sigursmálið, og Chelsea er harvið eitt fet nærri meistaraheitinum, sum óivað aftur í ár endar á Stamford Bridge.

Henry søkti Liverpool
Á Highbury møttust Arsenal og Liverpool. Bæði liðini høvdu tørv á einum sigri. Arsenal roynir at seta ein endaspurt í verk fyri at náa fjórðaplássinum, meðan Liverpool roynir at fanga Manchester United á øðrum plássi.
Tað gjørdist Arsenal, ið fór við sigrinum eftir eitt grovt mistak frá Steven Gerrard, ið spældi mótstøðumannin Thierry Henry púra leysan, soleiðis at hann lættliga kundi skora sigursmálið til 2-1.
Henry hevði annars lagt Arsenal framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tað var eisini Arsenal, ið átti yvirtakið. Men eitt korter fyri leiklok javnaði Luis Garcia, tá Lehmann ikki megnaði at halda einum skoti frá Gerrard.
Síðani fekk Xabi Alonso tvey gul kort innanfyri seks minuttir, og hann varð tískil rikin av vølli. Tveir minuttir eftir útvísingina fekk Liverpool mønustingin, tá Gerrard gav Henry ein møguleika at skora, og fransmaðurin takkaði fyri og sendi Liverpool heimaftur við ongum.
Hetta var ein týdningarmikil sigur hjá Arsenal, ið nú av álvara kann hótta Tottenham í dystinum um fjórða plássið. Bert tvey stig eru nú millum Tottenham og Arsenal.
Munurin millum Liverpool og Manchester United øktist aftur hetta vikuskiftið, og Liverpool skal nú ansa sær, at teir ikki spæla sær av við triðja plássið.

Bolton sum outsidari
Ein vandamikil outsidari til tað fjórða og seinasta Champions League plássið er Bolton. Liðið hevur leikt tveir dystir færri enn kappingarneytarnir, og um teir fáa fulla úrtøku burturúr hesum dystunum liggja teir brádliga á fjórða plássið.
Bolton hevur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins luttikið í evropeiskum kappingum í hesum kappingarárinum, men Marseille vísti seg sum stinnara liðið, tá hesi bæði liðini møttust fyri stuttum, og harvið fekk luttøkan hjá Bolton ein enda.
Líkt er tó til, at Bolton hevur fingið blóð á tonna, tí tað fyrrverandi elevator-liðið er aftur í ár við í kappingini um plássini í Evropa. Bolton vann leygardagin heili 4-1 á West Ham, ið eisini var við í kappingini um eitt pláss í Evropa, men uppflytararnir hava helst spilt sín møguleika á hesum sinni.

Kollveltingin í Blackburn
Tað eru nøkur ár síðani, at Blackburn seinast luttók í evropeiskum kappingum, men í ár hevur Mark Hughes ført liðið upp í ovaru helvt av stigatalvuni, har tað er stuttligt at vera.
Hetta vikuskiftið vann Blackburn 2-0 á heimavølli ímóti Aston Villa. Andy Todd og Craig Bellamy skoraði málini hjá Blackburn, ið hevur verið serliga sterkt á heimavølli í ár. Blackburn liggur í løtuni á sætta plássið, bert eitt stig aftanfyri Arsenal.
Venjarin Mark Hughes hevur veruliga funnið eina góða blanding av leikarum á Ewood Park, og tað sæst eisini aftur á stigatalvuni, har Blackburn nú av álvara dyrgir eftir einum plássi í Champions League ella UEFA Cup, sum fimtapláss gevur atgongd til.