Um vit máta í tali á dystum, so er føroyska fótbóltsárið í hæddini hesar næstu vikurnar. Hósdagin klokkan 17 skal KÍ spæla heimadyst á Svangaskarði í Europa Cup, og sama dag skal B36 spæla í Europa Cup í Turkalandi. Í vikuskiftinum verður 12. umfar í landskappingini á skránni, mikukvøldið í komandi viku verður landsdystur á Tórsvølli móti Íslandi, annan sunnudagin verður 13. umfar í landskappingini, so verður aftur Europa Cup, landskapping, tveir landsdystir í EM undankappingini og so aftur landskapping.
Um undirhaldið verður gjørt upp í málum, so var 11. umfarið undirhaldandi. 23 mál vórðu skoraði í fimm dystum ella 4,6 í miðal í hvørjum dystinum. Um undirhaldið verður gjørt upp í spenningi, so er hann tann sami í toppinum, sum hann var undan vikuskiftinum, men toppurin svann eitt sindur, tí nú er tað bara B36 sum hevur møguleika fyri í einum umfari at leggja KÍ afturum seg.
Hjá klaksvíkingum var eingin slingur í valsinum. Teir fingu øll stigini móti B71, men sigurin gjørdist ikki so sannførandi, sum hann fyrstu løtuna sá út til at fara at gerast. B36 snoddaði til oddaplássið frá leygardegnum og til út á seinnapartin sunnudagin. B36 vann knúsandi sigur móti vágbingum, sum síðsta tíman spældu millum lítið og einki. Stórsigurin ger, at B36 bøtti væl um sín málmun, sum nú er væl betri enn tann hjá KÍ, og tað kann fara at hava týdning seinni í heyst.
At bólturin er rundur og at alt framvegis kann henda varð aftur staðfest hesa ferð. Næstsíðsta vikuskifti tapti HB í Vági, og við avrikinum hjá VB móti B36 leygardagin í huga, bar illa til at ímynda sær, at HB skuldi gera nakað við GÍ sunnudagin.
Nógv stóð uppá spæl hjá HB. Tað ráddi um at fáa spæligleðina aftur, og tað ráddi um at fáa stig og helst vinna, um nakar hugsningur skuldi vera um Europa Cup og møguliga FM. HB formaðurin hevði spælararnar til døgurða, áðrenn teir fóru norður eftir, og spælararnir løntu blíðskapinum við at vinna øll stigini.
HB hevði hepni á sínari síðu í Gøtu, har heimaliðið avgjørt ikki hevði marginalirnar á sínari síðu. Teir fingu brotsspark ímóti sær, teir mistu málverjan, og tá teir høvdu leikliga yvirvág og spældu seg til upplagdar møguleiar, fór bólturin ikki í málið. Tapið móti HB ger, at gøtumenn hava mist eitt stórt fet í kappingini um FM heitið, men hóast KÍ er trý stig undan B36, sum aftur er trý og fýra stig undan GÍ og HB, so er einki avgjørt enn, og myndin kann venda so skjótt.
Sunnudagin skal KÍ í Gundadal at spæla móti HB. KÍ hevur fyrst Europa Cup at hugsa um, og tað er ikki óhugsandi, at altjóða dysturin á Svangaskarði fer at sita í kroppinum á klaksvíkingunum, tá teir sunnudagn koma í Gundadal. Hetta verður í hvussu so er eitt stórt tak fyri teir, og um tað eydnast at koma úr Gundadali við trimum stigum, so verða fyritreytirnar at vinna FM nógv styrknaðar. Eydnast tað ikki at fáa stig í Gundadali, og B36 og GÍ vinna sínar á pappírinum løttu dystir, so verður kappingin púra opin aftur.
Sumbingar megnaðu ikki meiri enn javnleik á heimavølli móti ÍF. Hetta var ein av heimadystunum, sum Sumba hevði vónað at vunnið. At tað ikki eydnaðist hevur við sær, at møguleikin at sleppa undan beinleiðis niðurflyting kámaðist, men hann er framvegis til staðar. Sunnudagin skal Sumba á Svangaskarð, og við avrikinum hjá B68 í Runavík í huga, ber væl til at ímynda sær møguleian, at Sumba fer at fáa stig. Annað vikuskifti skal B71 til Sumbiar, og tað verður í tí dystinum og so í 18. og síðsta umfarinum, tá VB og Sumba bresta saman, at lagnan hjá sumbingum fer at verða avgjørd.
NSÍ var sannførandi móti toftamonnum. Hetta gagnaðist væl, og sunnukvøldið sóust onkrir innanmenn dansa krígsdans á Svangaskarði. Spælararnir fáa nýggjan møguleika at styrkja um møguleikan at spæla seg í altjóða fótbólt, tá teir sunnudagn fara til Sands. Mest avgerðandi dysturin hjá NSÍ í stríðnum um europeiska luttøku verður, tá teir annan sunnudag fáa vitjan av HB, sum teir fyrr í summar vunnu á í Gundadali.