Samráðingarnar um Eik Banka eru eftir øllum at døma komnar á mál. Henning Kruse Petersen, nevndarformaður í Fíggjarligt Støðufesti, sigur við FinansWatch, at ein loysn er funnin, og nú restar bara góðkenningin frá nevndini í.
- Eg kann siga somikið, at vit hava funnið eina haldbara loysn. Meira fái eg ikki sagt júst nú, sigur Henning Kruse Petersen við FinansWatch.
Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligt Støðufesti, hevur sitið á samráðingarfundi við leiðsluna í Eik Banka í dag. Hann váttar eisini, at teir eru nær loysnini.
- Vit vænta seinastu góðkenningina í morgin, sigur Henning Kruse Petersen við FinansWatch.
TF Holding hevur alment boðað frá, at felagið hevur bjóðað millum 400 og 500 milliónir krónur upp á Eik Banka.