Stríðið um Brimil herðist: Hótta við arbeiðssteðgi og endurgjaldskravi

Vandi er nú fyri ósemjan um Brimil fer at føra við sær, at øll Vaktar- og Bjargingartænastan verður løgd lamin av arbeiðssteðgi. Hinvegin hevur Fíggjarmálastýrið hótt við endurgjaldskravi fyri at hava lagt arbeiðið niður

Enn røkist púra onki fyri, at nýggja Vaktar- og Bjargingarskipið, Brimil, kemur til Føroya í bræði.

Tvørturímóti tykist tað, sum um ósemjan ímillum manningarfeløgini og Fíggjarmálastýrið um lønina hjá yvirmonnunum, sum skulu manna Brimil, bara harðnar.

Og nú eru hóttanir um endurgjaldskrav sent av Fíggjarmálastýrinum á Argjum tvørturum Havnarvág, yvir til Skipara- og Navigatørfelagið Yviri við Strond. Men svarið frá Skipara- og Navigatørfelagnum var líka greitt. Felagið sigur, at nú er málið komið hartil, at tat má umhugsa at seta tiltøk í verk, sum fara at raka alla Vaktar- og Bjargingartænastuna.


Hótta við endurgjaldskravi

Tað, sum serliga hevur fingið partarnar at taka so álvarslig stig teir seinastu dagarnar er, at Fíggjarmálastýrið hevur steðgað lønini hjá yvirmonnunum á Brimli, bæði hjá skipara, stýrimonnum og maskinmeistarum.

-Tá ið teir nokta at fara til arbeiðis og ikki vilja gera tað tænastu, sum verður álagt teimum, so kunnu teir heldur ikki fáa løn, sigur Karsten Hansen.

Samstundis hevur Fíggjarmálastýrið boðað Skipara- og Navigatørfelagnum frá, at fyrivarni verður tikið fyri at krevja endurgjald frá teimum fyri at hava lagt arbeiðið niður.

Hetta hevur nú ført við sær, at yvirmenninir, sum skuldu mynstra við Brimli, og sum hava verið í Noregi í eina tíð og gjørt klárt, eru nú á veg heimaftur við flogfari.

- Vit kenna tað sum okkara skyldu at nokta limum okkara at sigla við Brimli, fyrrenn sáttmálið er gjørdur. Tí sjólógin sigur, at skip kann ikki loysa, fyrrenn sáttmáli er gjørdur, sigur Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum. Hann leggur afturat, at tað er reiðarin, sum skal syrgja fyri, at sáttmáli er.

Hann sigur, at tað, sum fíggjarmálastýrið ger, er, at tað roynir at tvinga yvirmenninar at sigla við ongum sáttmála, hóast tað er at bróta landsins lógir. Men tað mátti Fíggjarmálastýrið ikki vilja havt sitandi á sær, leggur hann afturat.


Hótta við arbeiðssteðgi

Skipara- og Navigatørfelagið hevur eisini tikið tað rættiliga illa upp, at fíggjarmálastýrið hevur steðgað lønini hjá yvirmonnunum, sum skulu sigla við Brimli.

-Tað hevur fíggjarmálastýrið ikki loyvi til, sigur Ellintur Abrahamsen.

Hann sigur, at menninir eru ikki settir í starv á ávísum skipi.

-Teir eru settir í starv hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og teir hava ikki sýtt fyri at gera tað arbeiði, teir eru vanir at gera.Tað einasta, vit hava noktað teimum at gera, er at bróta landins lógir, sigur Ellintur Abrahamsen.

Hann ger tí púra greitt, at verður lønin hjá yvirmonnunum steðgað, er tað sáttmálabrot. Og so fer Skipara- og Navigatørfelagið at tilskila sær rætt til at seta tiltøk í verk.

- Tí hava vit boðað fíggjarmálastýrinum frá, at talan kann blíva um samhugatiltøk, sum fara at raka alla Vaktar-og Bjargingartænastuna. Sostatt er vandi fyri, at ósemjan um Brimil nú fer at leggja alla Vaktar- og Bjargingartænastuna lamna, tí tað verður avleiðingin, um limirnir í Skipara-og Navigatørfelagnum fara at leggja arbeiðið niður. Eitt nú verður avleiðingin, at bæði Tjaldrið og Spógvin verða verður lagdir.